(Foto: Ólavur Jøkladal )
20.02.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Fótbóltsspøl og heilsuundirvísing fyri børn muna

Nýggj grein vísir, at konseptið "11 for Health" er væl umtókt millum føroyskar dreingir og gentur, og at tað hevur góða ávirkan á teirra trivnað og vitan um heilsu

May-Britt Skoradal, Maria Hammer Olsen og Magni Mohr frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi hava skrivað greinina saman við samstarvsfeløgum frá Syddansk Universiteti. Greinin, sum er almannakunngjørd í Scand J Med Sci Sports, eitur "11 for Health" in the Faroe Islands: popularity in schoolchildren aged 10-12 and the effect on well-being and health knowledge.

“11 for Health” er eitt konsept, sum er ment til skúlabørn í aldrinum 10-12 ár, og 30.000 skúlabørn í Danmark hava roynt tað, eins og børn í londum í Suðuramerika og Afrika - og nú eisini her í Føroyum.

Talan er um eina undirvísingarskrá, sum varar í 11 vikur, og undirvíst verður tvær ferðir um vikuna á 45 minuttir í heilsu og fysiskari rørslu, sum byggir á fótbóltsspøl. Samstundis verður dentur lagdur á at at hava góðan atburð og virðing.

Eftir bara 11 vikur upplivdu 10-12 ára gomul føroysk skúlabørn framburð í fysiskum og sosialum trivnaði, og staðfest varð, at tey høvdu eina framgongd upp á 11,8 prosent í heilsuvitan um fysiskan aktivitet, kost og trivnað.

Bæði genturnar og dreingirnir dámdu “11 for Health”-átakið og góvu tí ávikavist 3,7 og 3,8 í støðumeti á einum stiga frá 1 til 5.

Lesið greinina her.

Áður er grein útkomin, sum m.a. vísir, at:

* Tað systoliska blóðtrýstið fall við 6 mmHg samanborið við kontrollbólkin

* Vøddamassin vaks við 400 g samanborið við kontrollbólkin

* Kropsjavnvágin betraðist við 1.5 sekundum samanborið við kontrollbólkin

* Loplongdin øktist við 10 cm samanborið við kontrollbólkin

Úrslitini frá kanningini, sum verða lýst í hesum báðum greinum, vísa, at “11 for Health” er vælegnað til at betra heilsustøðu, heilsuvitan og trivnað hjá 10-12 ára gomlum børnum.

- Konseptið er væl egnað at flætta inn í skúlagongdina og tí eitt gott alternativ til rørslu- og heilsuundirvísing í fólkaskúlanum, sigur May-Britt Skoradal, adjunktur á Setrinum.

Kanningin bleiv gjørd í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Syddansk Universitet.

Lesið eisini meira um granskingina við "11 for Health" í videnskab.dk her.

SDU og DBU hava samstarvað um undirvísingartilfar í sambandi við "11 for Health".

Undirvísingartilfarið er tøkt her.