21.08.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Fótbóltsvenjing sera munadygg viðgerð fyri kvinnur við prediabetes

Nýggj vísindalig kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt í samstarvi við Syddansk Universitet, vísir, at fótbóltsvenjing er serstakliga munadyggur viðgerðarháttur fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes (prediabetes). Serstakliga vísir kanningin kliniskt avgerandi jaligt árin á hjarta-æðraheilsuna, sum ofta er vánalig hjá fólki við typu 2 diabetes.

Í dag er greitt, at kropslig venjing er ein heilt avgerandi partur, tá ræður um fyribyrging og viðgerð av lívsstílssjúkum. Hetta er galdandi fyri fleiri sløg av sjúkum so sum hjarta-æðrasjúkum, typu 2 diabetes, nøkur sløg av krabbameini og beinbroyskni. Ítróttur er vælumtóktur millum manna og fleiri av teimum vælumtóktu ítróttargreinunum hava í sær intensa og fjølbroytta venjing fyri kroppin. Tí er áhugavert at kanna, hvussu ymiskar ítróttagreinar ávirka heilsustøðuna hjá ymsum sjúklingabólkum.

“Meira enn 15 ára gransking staðfestir, at heilsufóltbóltur er munadygg hybridvenjing við stórum betringum av hjarta-æðraheilsuni, evnisskiftisheilsuni og vødda- og beinagrindsheilsuni”, sigur Peter Krustrup, professari á Institut for Idræt og Biomekanik á Syddansk Universitet.

Henda niðurstøða er væl undirbygd av trimum haldgóðum, nýggjum metaanalysum, sum byggja á 31 vísindaligar kanningar. Tó eru enn fáar kanningar av kvinnuligum sjúklingum.

Í nýggjari kanning, sum Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Syddansk Universitet, Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet og ph.d.-lesandi May-Britt Skoradal hava gjørt, varð kannað, hvussu 16 vikur av fótbóltsvenjing og kostvegleiðing ávirka heilsuna hjá 55-70 ára gomlum kvinnum við prediabetes í mun til tær, ið bert fingu kostvegleiðing. Kanningin varð framd í Føroyum, har menn og kvinnur við prediabetes og einum miðalaldri á 60 ár vandu saman. Royndarpersónarnir vóru funnir í kohortu hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Kanningin er nú almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, European Journal of Applied Physiology.

“Okkara kanningar vísa, at heilsufótbóltur er serstakliga munadyggur venjingarháttur fyri fleiri sjúklingabólkar, og nú eisini fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við prediabetes. Kvinnurnar, sum spældu fótbólt ein tíma, tvær ferðir um vikuna vístu nevniliga avgerandi framgongd í hjarta-æðraheilsuni. T.d. varð kliniskt týðandi framgongd víst í konditali, blóðtrýsti, kropsfeitti og kolesteroli í blóðinum” sigur Peter Krustrup.

”Vanliga vísa kanningar av venjing og ymiskum heilsutættum, at kvinnur ikki fáa líka góð úrslit sum menn, serstakliga tá hugt verður at blóðtrýsti og kropsfeitti. Tað síggja vit ikki í okkara kanning, har bæði kynini vísa sambærilig úrslit”.

Magni Mohr leggur aftrat, “tað er spennandi, at bæði venjingarintensitetur og árinini av heilsufótbóltsvenjingini vóru líka góð fyri kvinnurnar sum menninar, har vant varð saman. Konditalið vaks enntá meira hjá kvinnunum enn hjá monnum. Hetta vísir, at miðalaldrandi og eldri kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes hava minst líka so stórt gagn av fóltbóltsvenjing sum menn, eisini hóast tær ikki hava spælt fótbólt áður”.

“Úrslitini í hesari kanningini undirbyggja, at fóltbóltsvenjing virkar sum breiðspektraður heilivágur fyri fólk við lívsstílssjúkum í ymiskum aldri og av báðum kynum. Tann staðfesting, sum eftirhondini er stuðlað av meira enn 150 vísindaligum greinum og fleiri metaanalysum, nevniliga at fóltbóltsvenjing gevur breiðspektrað, jalig úrslit á kropsligar førleikar og heilsu er serstakliga týðandi fyri fólk við typu 2 diabetes og prediabetes, tí hesir sjúklingabólkar hava umframt vánaligt blóðsukurkontroll ofta fleiri aðrar heilsuavbjóðingar”, staðfestir Magni Mohr, professari, at enda.

Sjúkrakassagrunnurin stuðlaði kanningini.

Fakta um úrslitini:

Interventionseffektir (Heilsufótbóltur + kostvegleiðing) fyri kvinnur og menn:

 

     

Maksimal oxygenupptøka:

Kvinnur: + 21±14% ml·min-1·kg-1

Menn: + 11±12% ml·min-1·kg-1

 

Systoliskt blóðtrýst:

Kvinnur: − 11.3±11.0 mmHg

Menn: − 10.8±13.0 mmHg

 

Diastoliskt blóðtrýst:

Kvinnur: − 7.1±6.2 mmHg

Menn: − 7.3±11.8 mmHg

 

Feitt%:

Kvinnur: − 4 %-point

Menn: − 3 %-point

 

Kolesterol í blóðinum:

Kvinnur: − 0.7±1.1 mmol/L

Menn: − 0.2±0.4 mmol/L

 

LDL kolesterol:    

Kvinnur: − 0.5±0.9 mmol/L

Menn: − 0.2±0.3 mmol/L

 

Data eru víst í miðal ±SD.

 

 

 

 

Les meira:

Mohr M, Skoradal M-B, Andersen TR og Krustrup P, European Journal of Applied Physiology, 2019:

https://link.springer.com/article/10.1007%2Fs00421-019-04188-5

Krustrup P og Krustrup B, British Journal of Sports Medicine, 2018:

https://bjsm.bmj.com/content/52/22/1412.long

 

Samband:

Magni Mohr, professari í arbeiðsfysiologi

Fróðskaparsetur Føroya

Teldupostur: magnim@setur.fo

Tel: 292270