04.05.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Frá ferðslutrygd til burðardygd

Jón Kragesteen, sum í mong ár var leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, lesur West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Ætlar tú tær eisini at gera tað, so er umsóknarfreistin 9. mai


Havnarmaðurin Jón Kragesteen er útbúgvin lærari, men tey flestu tilkomnu munnu kenna hann sum leiðara á Ráðnum fyri Ferðslutrygd í eitt áramál. Eftir at hann gavst har, hugsaði hann um at fáa sær eina hægri útbúgving.

Hann fekk sær eina ískoytisútbúgving sum lærari og varð harvið uppstígaður til bachelor í 2013.
Í 2015 tók hann útbúgvingina Diplom í leiðslu á Føroya Handilsskúla, ein útbúgving, sum er javnsett við bacholorstøði.

Søkti í evstu løtu
– Seint í juli mánaði sá eg, at Setrið lýsti við, at umsóknarfreistin til nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management var útsett til eftir ólavssøku. Eg søkti og slapp inn, greiðir Jón frá.

Hann hevði fulltíðararbeiði, so hann gav lestrinum ein kjans til jóla. Tað var strævið, men eftir ársskiftið fekk hann betur umstøður sjálvur at leggja arbeiðið til rættis, so hann gjørdi av at halda fram.

– Ein týðandi táttur í útbúgvingini er, at vit skulu til hini samstarvsuniversitetini. Lestrarárið byrjaði við tveimum spennandi vikum á universitetinum í Akureyri. Har varð lisið, kjakast og skrivað frá morgni til myrkurs um ymisk evnir, eitt nú um upprunafólk og um tær broytingar, sum fara fram í Arktis, og alt tað, sum broytingarnar hava við sær á ymiskum økjum: Politiskt, hernaðarliga, logistiskt o.s.frv., sigur Jón, sum hesa lestrarhálvuna hevur verið á universitetinum í Reykjavík.

Sera viðkomandi útbúgving
Jón Kragesteen heldur, at West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management er ein sera spennandi og viðkomandi útbúgving.

– Tað er sera spennandi at síggja spurningin um samfelagsmenning á øllum økjum – tá ið tað kemur til politikk, leiðslu, náttúrumsiting, framleiðslu o.s.frv. – úr einum sjónarhorni um burðardygd. Útbúgvingin leggur dent á Útnorður, men er í roynd og veru altjóða, tí verðin er samantvinnað og vísindaligu háttaløgini eru eins viðkomandi aðrastaðni, heldur hann.

West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management er enn einasta útbúgving á Setrinum, har alt gongur fyri seg á enskum – lesing, undirvísing, orðaskifti og uppgávuskriving.

– Tað hevur verið ein strævin, men mennandi avbjóðing. Útlendskir studentar eru partur av flokkinum, og tað er sera gevandi at kjakast við teir. Ein studentur úr Niðurlondum ella USA kann hava heilt aðrar hugsanir um ávís viðurskifti, sigur Jón.

Góð barlast
– Enn er eitt reiðiligt ár til Jón Kragesteen verður liðugur við útbúgvingina, so hann veit ikki enn, hvagar umskiftið frá ferðslutrygd til burðardygd leiðir hann. Hann heldur, at hann hevur fingið góðan førleika at vera við í kjakinum um samfelagsmenning á ein kvalifisaraðan hátt.

– Tíverri er samfelagskjak í Føroyum tíðum merkt av brigsli og uppáhaldum uttan góðar grundgevingar, og tað kjakið kann vera harðligt. Grundgivin sjónarmið fáa hinvegin sjáldan aftursvar, vísir hann á.

Jón Kragesteen er sannførdur um, at føroyska samfelagið – eins og øll samfeløgini í Norðurhøvum – stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum, og at útbúgvingin er góð barlast í hesum høpi. Kortini hevur hann ikki gjørt sær hugsanir um nakað ávíst starvsøki.

–  Undir øllum umstøðum havi eg tá breiðan fakligan førleika. West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management er ein tvørfaklig samfelagsútbúgving. Hartil havi eg eina leiðsluútbúgving og eina læraraútbúgving eins og royndir at læra frá mær, og tær kunnu báðar verða viðkomandi, sigur Jón Kragesteen at enda.

Ikki ov seint hjá tær at søkja
Freistin at søkja um upptøku á West Nordic Studies, Governance and Sustainable Governance komandi lestrarár er nú mánadagin, t.e. 9. mai. Ætlar tú tær at søkja, so finnur tú umsóknarblað og vegleiðing her.