University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frá heimsins minsta universiteti til heimsins størstu fyritøku
NVD
29.05.2011
Náttúruvísindadeildin

Frá heimsins minsta universiteti til heimsins størstu fyritøku

Khanh Duc Nguyen hevur arbeitt við eini PhD verkætlan innan jarðalisfrøði á Náttúruvísindadeildini. Longu áðrenn PhD verkætlanin verður liðug í 2011 hevur Khanh fingið starv hjá eini av heimsins størstu fyritøkum – Royal Dutch Shell.


Khanh Duc Nguyen hevur arbeitt við eini PhD verkætlan innan jarðalisfrøði á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróðskaparsetrinum, har Jim Brown, professari er vegleiðari hansara. Væntandi verður PhD verkætlanin liðug í 2011. Men longu áðrenn tað hevur Khanh fingið starv hjá eini av heimsins størstu fyritøkum – Royal Dutch Shell.

Khanh Duc Nguyen kom á NVD í September 2006, eftir at hava lokið masterprógv í kolvetnis jarðvísindum á universitetinum í Tróndheimi, NTNU. Hann hevur umboðað NVD kring allan heimin við luttøku og framløgum á altjóða vísindaligum ráðstevnum, sum t.d. American Association of Petroleum (AAPG) í Athen (2007), Society of Exploration Geophysicist (SEG) í Beijing (2008), European Association of Geoscientist and Engineer (EAGE) í Amsterdam (2009), International Petroleum Technology Conference (IPTC) í Doha, Qatar (2009) og SEG & EAGE í St. Petersburg (2010).

Khanh bleiv senior jarðalisfrøðingur hjá Shell Upstream International Europe (UIE) í oktober 2010. Hann kom at luttaka í einum arbeiðsbólki í Stavanger, sum arbeiddi við kanningum av kolvetnisbrunnum (reservoir’um). Arbeiðið fevndi um seismiskar kanningar, greining av brunnum og stuðul til m.a. arbeiði við leitiboringum. Shell hevur arbeitt við leitingum og framleitt olju og gass í meir enn eina øld og luttikið í nøkrum av heimsins størstu og mest fjøltáttaðu orkuverkætlanum. Við sínum umleið 101.000 fólkum í meir enn 90 londum og økjum varð Shell mett sum nummar eitt í “the Global 500 list” í 2009. Hetta er ein árlig meting um hvørji feløg eru størst í heiminum.

Enn eitt dømi um, at gransking og útbúgving á Fróðskaparsetrinum eru á altjóða dyggum støði.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum