University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fráboðanarskylda, barnavernd og harðskapur á skrá
06.11.2012
Námsvísindadeildin

Fráboðanarskylda, barnavernd og harðskapur á skrá

Týsdagin 6. november verða fráboðanarskylda, barnavernd og harðskapur á skránni á Setrinum.


Tá fáa øll 1. árs lesandi á lærara- og námsfrøði útbúgvingini innlit í heildarætlanina, Sig frá – steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, greiðir frá arbeiðinum hjá Barnaverndartænastunum kring landið og fráboðanarskylduni. Rigmor N Arge, sálarfrøðingur, greiðir frá um ta stóru ábyrgd,  tey lesandi sum fakfólk fara at hava, tá tey møta børnum, sum eru fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Og Elin Winther Poulsen, Sig frá-samskipari, fer at greiða teimum lesandi frá heildarætlanini.

Skeið og bók til komandi lærarar og námsfrøðingar
-Vit vilja fegin, at okkara lesandi gerast tilvitað um teirra stóra leiklut sum lærarar og námsfrøðingar, tá ið tey møta børnum í vanda, sigur Paulina Poulsen, undirvísari og lestrarvegleiðari á Námsvísindadeildini á Setrinum, sum saman við FirouziGaini stendur fyri skeiði í barna- og ungdómsmentan. Skeiðið snýr um grundleggjandi vitan um børn og ung, ymiskar fatanir av børnum og ungum, barndómi og ungdómi, barna- og ungdóms mentanir, gransking innan øki og børn sum samfelagsborgarar. 

Partur av pensum
Í sambandi við hetta skeiðið fáa tey lesandi hvør sítt eintak av bókini “...sig frá...”, sum MargreteWiedeAasland hevur skrivað og sum Rigmor N Arge, sálarfrøðingur, týddi til føroyskt. Bókin er  ætlað fakfólki í skúla-, heilsu- og almannaverki, umframt lesandi í hesum fakum. Hon verður nú eisini partur av pensum hjá komandi námsfrøðingum og lærarum.   Og tað er sum partur av einum átaki í heildarætlanini, Sig frá – steðga harðskapi í parløgum  og nærsambondum, at tey lesandi nú fáa hesa bók.”

Meira kunning fæst við at seta seg í samband við  Elina Winther Poulsen, samskipara, 734055.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum