University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frælsi, tjóðskapur og náttúra
09.10.2009
Føroyamálsdeildin

Frælsi, tjóðskapur og náttúra

Almennur fyrilestur verður á Føroyamálsdeildini hósdagin tann 15. oktober kl. 15.00. Kristján Jóhann Jónsson, dosentur í íslendskum, heldur fyrilestur í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16.



Kristján Jóhann Jónsson, dosentur í íslendskum, heldur fyrilestur í Loftsstovu á Føroyamálsdeild, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, hósdagin 15. oktober kl. 15.00 við heitinum Frælsi, tjóðskapur og náttúra

Røtt verður um, hvussu liberalisman í Vesturheiminum broytti fatan okkara av einstaklinginum og harvið áskoðan okkara á náttúru og tjóðskapi.

Við stuðli í yrkingum eftir Jónas Hallgrímsson og Grím Thomsen verður víst á skifti í hugsan um frælsi, tjóðskap og náttúru.
    
Hugleitt verður um, hvørt tann romantiska rørslan fekk serstakan form í Íslandi og ongan enda tóktist at fáa, tí at eingin ídnaðarkollvelting fór fram har fyrr enn í 20. øld.

Fyrilesturin verður á norskum.

Øll eru vælkomin.
 
Kristján Jóhann Jónsson er dosentur í íslendskum máli og bókmentum í Háskóla Íslands - Menntavísindasviði (University of Iceland – School of Education).

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast