University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frændafundur 24. og 25. august
22.08.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Frændafundur 24. og 25. august

Granskingarbrak í auluni á Námsvísindadeildini.


Leygardagin 24. og sunnudagin 25. august ber til at hoyra eina rúgvu av forvitnisligum fyrilestrum á Frændafundi, sum hildin verður á Læraraskúlanum.


Tað er ókeypis at koma at lurta eftir fyrilestrunum og øll eru hjartaliga væl komin.

Frændafundur, sum er samstarv millum  Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, gevur granskarum høvi til at halda fyrilestrar og skifta orð um sína gransking viðvíkjandi føroyskum og íslendskum evnum og gevur øðrum høvi til at hoyra fyrilestrarnar og orðaskiftið.


Móðurmál, filmur
  - og ein repil av fjølbroyttum evnum


Tvey høvuðsevnir eru á ráðstevnuni. Annað er móðurmál og námsfrøði, sum verður viðgjørt úr íslendskum og føroyskum sjónarhorni í tveimum høvuðsfyrilestrum og nøkrum stuttum fyrilestrum. Hitt er filmur, sum í høvuðsheitum verður viðgjørt í einum íslendskum og einum føroyskum høvuðsfyrilestri.

Harumframt er ein fjøld øðrum fyrilestrum: Ein røð av íslendskum fyrilestrum ber saman einstakar tættir í føroyskum og íslendskum máli; nýggjur doktari greiðir frá, hvussu djór bjarga sær við at krógva seg í bólki og ein royndur granskari hyggur at eygleiðingum hjá Chr. Matras av matmentan o.a.m.

Fyrilestrarnir verða hildnir á føroyskum og íslendskum, einstakir á norskum og donskum. Teir verða varpaðir upp á skíggja, samstundis, sum teir verða hildnir. Til ber at kunna seg um evnini í úrtøkum av øllum fyrilestrunum á íslendskum og føroyskum her.

Síggið ta fjølbroyttu ráðstevnuskránna her og setið kross í kalendaran.


Vinaliga,
Nevndin fyri Frændafund

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum