University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frændafundur 6
Annika Sølvará
27.02.2007
Føroyamálsdeildin

Frændafundur 6

26.-28. juni 2007 verður Frændafundur hildin í Klingruni í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Øll eru vælkomin at lurta eftir fyrilestrunum.

Frændafundur er ein hugvísindalig (humanistisk) ráðstevna, ið Fróðskaparsetur Føroya og Hugvísindadeild Háskóla Íslands standa fyri. Hetta er sætta ráðstevnan í røðini hjá granskingarsamstarvinum Frændafundi, hvørs nevnd í løtuni er myndað av Anfinni Johanesen, Maluni Marnersdóttur, Jóhan Hendrik W. Poulsen, Lenu Reinert og Turið Sigurðardóttur.

Ráðstevnumálini eru føroyskt og íslendskt, og skrivligir samandráttir av fyrilestrunum verða tøkir á ráðstevnuni. Í hesum samband kann nevnast, at Frændafundur 5, ið varð hildin í Reykjavík í 2005 er tøk sum bók.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara