University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frændafundur 8: Føroysk-íslendsk vísindaráðstevna  á Fróðskaparsetrinum 24. – 25. august 2013
28.06.2012
Føroyamálsdeildin

Frændafundur 8: Føroysk-íslendsk vísindaráðstevna á Fróðskaparsetrinum 24. – 25. august 2013

Ráðstevnan Frændafundur 8 verður á Fróðskaparsetri Føroya í august 2013 við tveimum áhugaverdum høvuðsevnum.


Ráðstevnan Frændafundur 8 verður á Fróðskaparsetri Føroya í august næsta ár. Samstarvsnevndirnar á Fróðskaparsetri Føroya og Háskóla Íslands eru í holt við at fyrireika ráðstevnuna og hava valt tvey høvuðsevni at viðgera og sum siður er á Frændafundi, verða evnini viðgjørd úr føroyskum og íslendskum sjónarhorni. Á Frændafundi 8 verða høvuðsevnini  

•Føroyskt mál/ íslendskt mál í námsfrøðiligum og frálærufrøðiligum høpi

•Filmur og filmsgerð

Umframt fýra høvuðsrøðarar um nevndu evni verða styttri fyrilestrar, sum granskarar og lesandi fáa høvi at bjóða fram. Teir styttru fyrilestrarnir verða um a) avmarkaðar tættir innan høvuðsevnini, og  b) øll onnur evni, sum viðvíkja Føroyum og/ella Íslandi og sum granskarar og lesandi hava hug at bjóða fram.

Nærri kunning um ráðstevnuna og uppskotnar fyrilestrar kemur í august 2012.  

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast