05.01.2016
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Frændafundur 9 verður í Reykjavík í august í ár

Føroysk-íslendsk ráðstevna verður í Reykjavík í døgunum 26.-28. august 2016. Nú verður lýst eftir uppskotum til fyrilestrar.


Føroyanevndin við Háskóla Íslands og Íslandsnevndin á Fróðskaparsetri Føroya bjóða øllum áhugaðum á ráðstevnuna Frændafund 9, sum verður hildin í Reykjavík dagarnar 26.-28. august 2016.

Granskarar, lesandi og onnur áhugað eru boðin at senda uppskot til fyrilestrar, sum tey hava hug at halda á ráðstevnuni. Á ráðstevnuni verða í eisini í boði umrøðustovur/verkstovur við minst trimum luttakarum um eitthvørt tilskilað evni. Sí nærri upplýsingar her:

Fyrilesararnir fáa 30 minuttir til fyrilestur, umrøðu og spurningar.

Ráðstevnan er tvørvísindalig og hevur yvirskriftina

Lond ljósins og myrkursins, havsins og vindanna. Hvussu forma náttúrukreftirnar mannalív og djóralív, mentan og samfelag í norðri?

Yvirskriftin er orðað við tí stavnhaldi, at sum flestir granskarar í granskingarumhvørvinum skulu kenna seg aftur í henni. Granskarar og lesandi kunnu bjóða fram fyrilestrar um eitt og hvørt evni, sum viðvíkur Føroyum og/ella Íslandi.

Fyrilestrarnir verða hildnir á íslendskum, føroyskum, skandinaviskum og enskum.

Fyrilestrarhaldarar hava eftir ráðstevnuna møguleika fyri at senda grein, sum er grundað á fyrilesturin, til tað javnlíkametta ráðstevnuritið Frændafundur 9.

Gevið gætur, at tey, sum bjóða fram fyrilestrar, mugu sjálv standa fyri kostnaði (flogferð og vistarhaldi).

Uppskot um fyrilestrar skulu sendast Hans Andriasi Sølvará (hansas(at)setur.fo) ella Maríu Garðarsdóttur (maeja(at)hi.is) í seinasta lagi 1. februar 2016. Svar um uppskot verða send 1. mars 2016.

 

Vegna Føroyanevndina við Háskóla Íslands

María Garðarsdóttir

 

Vegna Íslandsnevndina á Fróðskaparsetri Føroya

Hans Andrias Sølvará