University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frændafundur fagnar nýggju avtaluni við Háskóla Íslands
14.05.2009
Føroyamálsdeildin

Frændafundur fagnar nýggju avtaluni við Háskóla Íslands

Frændafundur fegnast um nýggju avtaluna millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, sum Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Kristín Ingólfsdóttir, rektari við Háskóla Íslands, skrivaðu undir 17. apríl í ár.


Frændafundur, sum er eitt samstarv millum Hugvísindasvið Háskóla Íslands og tað gamla Fróðskaparsetrið sambært avtalu frá 1990, er nú partur av tí nýggju yvirskipaðu avtaluni. 
 
Tann nýggja avtalan fevnir um øll fimm økini, sum Háskóli Íslands varð skipaður í, tá ið  hann varð endurskipaður í 2008: Félagsvísindasvið/Samfelagsvísindaøki, Heilbrigðisvísindasvið/Heilsuvísindaøki, Hugvísindasvið/Hugvísindaøki, Menntavísindasvið/Mentavísindaøki, Verkfræði- og náttúruvísindasvið/, Verkfrøði- og náttúruvísindaøki,  og allar deildir á Fróðskaparsetrinum nýggja: Føroyamálsdeild, Náttúruvísindadeild, Søguvísindadeild, Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla.


Frændafundur hevur higartil hildið seks ráðstevnur og givið seks bøkur út. Trýst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast