University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hans Pauli Joensen dekanur á NVD 2.jpg
16.06.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin

Fráfaringarløta fyri Hans Paula Joensen

Í sambandi við at Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, fer frá fyri aldur, verður almenn fráfaringarløta í Kongshøll 22. juni klokkan 15:00

Hans Pauli Joensen byrjaði sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini í 1982, har hann fimm ár seinni, í 1987, bleiv deildarleiðari. Nøkur ár seinni, í 1993, bleiv Hans Pauli lektari, og í 2012 tók hann við sum ovasti leiðari á Náttúruvísindadeildini sum dekanur. Hetta starv hevur hann røkt til nú. Eisini hevur Hans Pauli Joensen verið vararektari á Setrinum.

Nú Hans Pauli Joensen leggur frá sær eftir at hava virkað og givið Náttúruvísindadeildini gott íkast í ein mansaldur, vilja vit á Fróðskaparsetrinum takka honum og siga farvæl við eini almennari fráfaringarløtu í Kongshøll, har høvi verður at fáa eitt gott prát og okkurt gott ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving