04.10.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Frágreiðing: ”Fra Tanke til Handling”

Qeqqata kommuna í Grønlandi, Fjarðabyggð kommuna í Íslandi, Aukra kommuna í Norra og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning í Føroyum hava í felags verkætlan, sum er stuðlað av NORA, greinað, sett upp og lýst, hvussu lokal samfeløg í útnorðri best kunnu takla stóru broytingar.

Broytingar raka lond, myndugleikar, stovnar, fyritøkur, familjur og persónar. Samfeløgini í útnorðri eru tó í einari støðu, har nógv lokal samfeløg standa yvir fyri munandi broytingum, m.a. orsakað av broytingum í globala búskapinum, veðurlagsbroytingum, broytingum í vinnubygnaðinum, nýggjum vakstrarvinnum og ikki minst demografiskum broytingum.

Nógv lokalsamfeløg í útnorðri fara ígjøgnum ella eru við at fara ígjøgnum stórar broytingar. Ein og hvør broyting er krevjandi og avbjóðandi, og hendan verkætlanin hevur savnað ein vitanarbanka við royndum, háttaløgum, uppskotum og loysnum, sum øll NORA lond kunnu fáa nyttu av. 

Verkætlanin hevur savnað royndir frá fýra økjum í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norra, sum øll fara ígjøgnum ella hava verið fyri stórum broytingum. Endamálið er at dokumentera og deila vitanina, sum økini hava frá broytingartilgongdini, einari tilgongd við avbjóðingum, sum nógv lokalsamfeløg í NORA-økinum standa yvir.

Endamálið við verkætlanini ”Communities for Change” er sostatt at skapa ein vitanarbanka um broytingartilgongdir. Vitanarbankin er lagdur fram í frágreiðingini ”Fra Tanke til Handling”, sum kann takast niður her.