Umsóknarfreistin er 3. august
30.06.2020
Setrið
Skriva út

Framhaldslestur í Japan við fullari fígging

Japanski sendiharrin í Danmark, Manabu Miyagawa, sum vitjaði Setrið í februar, hevur boðið einum føroyskum lesandi at søkja um at lesa víðari í Japan og fáa fulla fígging til tað.

Sendiharrin segði, at hann vildi sera fegin hava umsóknir úr Føroyum, og Setrið metir, at eru umsóknirnar dygdargóðar, so er møguleikin eisini góður fyri at fáa lestrarpláss í Japan.

Umframt mánaðarligan studning, so rinda tey eisini fyri ferðing, uppihald og øll lestrargjøld (tuition fees) fyri tann lesandi.

Tilboðið er ætlað teimum, sum fara undir at lesa eina masterútbúgving ella gera ph.d.-gransking á japanskum universiteti.

Nærri kunning er at finna á heimasíðuni hjá japansku sendistovuni og á heimasíðuni hjá danska Uddannelses- og Forskningsministeriet.

Lesið meira her.

Og her.

Umsóknarfreistin er 3. august.

Manabu Miyagawa, sendiharri og Chik Collins rektari. Japanski sendiharrin vitjaði á Fróðskaparsetrinum í sambandi við filmsfestival, sum var í Havn, og hann vildi fegin hava ein føroyskan lesandi at koma til Japan at lesa