16.10.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Framløgur: Veðurstovan og geodátur

GG: Tiltakið er fullteknað: Staðsetingardepilin skipar fyri tiltaki um virksemið hjá Veðurstovu Føroya, og høvi verður samstundis at síggja, hvussu tey arbeiða har

Veðurstovan hevur í sínum virki tørv á góðum geodátum fyri Føroyar, eina mest tá talan er um at
menna forsagnarmodellir. Tí bjóðar Staðsetingardepilin til hesar framløgurnar, sum hesaferð vera á Veðurstovuni í Havn, so tit í sama umfari fáa høvi til at síggja høli og umstøður har.

Veðurstova Føroya er nýliga sett á stovn og skal eftir ætlan skjótt gerast ein fullgóð veðurtænasta fyri føroyskt land, sjóøki og lofthav.

Bárður A. Niclasen, deildarleiðari, kunnar um, hvørjar uppgávur veðurtænastur skulu røkja, og
hvussu langt Veðurstovan er komin í hesari tilgongd.

Ymisk menningarátøk verða lýst og komið verður inn á ætlanirnar at gera lokalar sjóvarfals- og aldu forsagnir fyri innaru leiðirnar.

Andrias K. Gregoriussen, veðurfrøðingur, greiðir frá um veðurmodell.

Veðurstovan hevur sett sær fyri at menna eitt lokalt veðurmodell fyri Føroyar. Hetta veðurmodellið fer at verða bygt á dátur úr veðurstovum um okkara leiðir. Eitt gott dátugrundarlag um lendið í Føroyum er
umráðandi fyri at endurskapa møguligar lokalar ávirkanir á veðrið. Veðrið verður ávirkað av, hvussu fjøllini eru formað, og ta ávirkan, ið vøtn, grøs, trø, vátlendir og onnur sløg av lendum hava á niðasta partin av lofthavinum.

G.G! Avmarkað pláss. Tilmelding fer fram við at skriva til IrenaA@us.fo
Hvar: Veðurstovan, Hoyvíksvegur 69, Tórshavn
Nær: 26.10.23 kl. 16-17