08.05.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Framløga av bókini: Trúbótin - ein vanlukka fyri Noregs ríki

Fríggjadagin 10. mai kl. 15 fer norski søguprofessarin Øystein Rian at leggja fram bókina "Trúbótin - ein vanlukka fyri Noregs ríki - men ein brellbiti fyri danska kongin", sum forlagið Stiðin gevur út. Í bókini eru tríggjar greinir hjá Rian, sum Líggjas í Bø hevur týtt, og ein grein hjá Jon S. Hansen um trúbótina í Føroyum.

Í bókini vísa teir báðir á, at trúbótin kom í lag av tí, at ein luthersmaður í 1536 vann innlendisstríðið í Danmark og gjørdist kongur har. Hesin var Kristian 3. Danmark og Noreg høvdu sama kong, og hann hevði ræði á hervaldinum. Tí bar til hjá Kristiani 3., eftir at hava vunnið valdið í Danmark, at nýta sín norska her at berja niður alla mótstøðu í Noregi og seta í fongsul teir biskupar og prestar, sum ikki vildu svíkja sína trúgv. Hetta hendi eisini í Íslandi og Føroyum.

Á bókaframløguni fer norski professarin Øystein Rian at hava ein fyrilestur á umleið ein hálvan tíma um evnið. Framløgan verður á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25.