06.03.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Framløga um burðardygga orku á Orkustevnuni 2015

Starvsfólk og lesandi frá Orkuverkfrøðiútbúgvingini á Setrinum tóku lut á stóru, afturvendandi Orkustevnuni. Niðanfyri er ein samandráttur av átakinum og boðskapinum, ið Setrið kom við.


Vikuskiftið 20.-21. februar var Orkustevnan 2015 hildin í Høllini á Hálsi í Havn. Endamálið við stevnuni var at kunna um orkumál og orkuloysnir, við vón um at økja vitan og vinnuvirksemi á hesum øki. Stevnan var sett saman av tveimum táttum. Annar parturin var framsýning við básum, har stovnar og virki kunnaðu um teirra virkisøki. Hin parturin var skipaður sum ein fyrilestrarøð, har ið ymisk evni og átøk innan føroysk orkuviðurskifti vóru viðgjørd.

Orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum

Náttúruvísindadeildini á Setrinum hevði ein bás, har lesandi í Orkuverkfrøði kunnaðu um ymisk evni, ið tey høvdu arbeitt við. Henda kunningin var skipað sum postarar um eitt nú sólpanel, vindmyllur og dálking í samband við orkuframleiðslu. Hesir postarar, ella plakatir, høvdu tey gjørt sum partur av einum skeiði um dálking. Kunnað var eisini um, at upptøka verður aftur til hesa útbúgving eftir summarferiuna í 2015. Benadikt Joensen hevði eina framløgu, har skeiðini í útbúgvingini og hvussu útbúgvingin var skipað vóru lýst nærri.

Framløga um varandi orku í Føroyum

Bárður A. Niclasen hevði eina framløgu um varandi orku í Føroyum, og í hvønn mun hendan orkan kann brúkast til elveiting. Grundarlagið undir framløguni vóru kanningar av regn-, vind-, sól- og streymmátingum, ið eru gjørdar í Føroyum. Hesar mátingar eru kannaðar fyri tøka orku og hvørjar styrkir og vansar ymisku orkuformarnir hava. Niðanfyri eru nevndar nakrar av teimum niðurstøðum í hesi framløgu.

Vatnorka

Við at seta regnmátingar í samband við avfalsøkini, ið vera brúkt til vatnorku í Føroyum, ber til siga nakað um vatnorku. Mátingarnar søgdu frá, at tað tíðum regnaði sera nógv upp á stutta tíð. Hetta hevur við sær, at byrgingarnar lætt kunnu renna yvir um tær eru næstan fullar áðrenn hesar hendingar. Eitt einfalt modell var brúkt til at vísa, at um satsað var upp á at fáa fulla fallhædd t.e. størst trýst á vatninum og mest orka fyri hvønn litur, ið rennur gjøgnum turbinuna, so rann um 20% av regninum í 2013 yvir. Um tað hin vegin var satsað upp á at hava byrgingarnar so tómar sum gjørligt, so vildi einki vatn runnið yvir, men vegna lægri fallhædd so fekst uml. 8% minni burtur úr vatninum. Besta úrslitið fekst við at halda byrgingarnar ca. 80% fullar, tí tá rann bert 0.5% yvir og einans 1.5% var mist vegna minni fallhædd. 

Nú tá vindorka eisini er ein týðandi partur av elmegini í Føroyum, so tykist tað vera best at satsa upp á at hava byrgingarnar so tómar, sum tað er ráðiligt, og loyva so nógv av vindi inn á netið sum gjørligt. Vatnorka eigur sostatt í størri mun at vera ein buffari til tíðarskeið við lítlum vindi.

Vindorka og  pumped-storage

Grunda á mátingar hjá Landsverki, ber til at gera leysligar metingar um vindorku i Føroyum. Tað er skjótt greitt, at Føroyar eru eitt av teimum heilt góðu økjunum. Til dømis síggja vit, at capacity-faktorurin (CF) hjá eini vindmyllu í Føroyum er omanfyri 40%, sum er áleið dupult so nógv sum nógva aðrastaðnis í Europa (capacity-faktorurin er lutfallið millum tað árligu elorkuna vindmyllan framleiðir, deilt við elorkuni, ið hon hevði framleitt, um hon alt árið framleiddi við fullum mátti). 

Eitt einfalt modell er gjørt, ið tekur hædd fyri, at bert ein partur av megini á føroyska elnetinum má koma frá tí ofta óstøðugu vindinum. Restin er so antin vatnkraft ella framleiðsla úr olju. Út frá hesum modeli, at vindorkuparturin í løtum longu er størri enn hvat fyrr hevur verið tilmælt, t.e. í mesta lagi uml. 40% óstøðug orka. Sum tað gekk fram frá øðrum framløgum á Orkustevnuni, so hevur SEV longu verið ført fyri at framleiða yvir 80% frá vindi, so hetta mark má tillagast eftir royndunum hjá SEV.

Við at brúka pumped-storage kann lutfallið av orku frá vindi koma yvir 100%, t.e. orka kann goymast í byrgingum til tíðarskeið uttan vind. Modellúrslitini bendu á, at tað fer at krevja stórar íløgur í byrgingar, um so er øll hendan vatn mongd skal kunna goymast til summar mánarnar. Í stuttum sá tað út til, at tey síðstu prosentini av orku úr olju um summarið fara at vera dýr at sleppa av við.

Sólorka

Vinnuháskúlin hevur síðan 2007, í samstarvi við BP, havt nøkur elframleiðandi sólpanel standandi undir Krákugjógv í Havn. Við at hyggja nærri at hesum mátingum sæst, at sólorka tykist at passa sera væl saman við vind- og vatnorku. Grundgevingin er sera einføld. Tá tað er ringt veður, er nógv vind- og vatnorka og eingin sólorka. Tá tað er gott veður, er einki av vindi og regni, men heilt fitt av sólorku.  

Sólorkan gevur mest summarmánaðirnar, tá vindur og regn eru upp á tað minsta. Framleiðslan er tó ikki so stór, CF er bert ca. 7%. Hetta kundi allarhelst verið nakað hægri, um kanningin var gjørd á øðrum veður-/mjørkabetri staði í Føroyum. Tað, ið tó talar fyri hesi tøkni, er, at hon er sera einføld í rakstri og rímiliga bílig. Vansin við sólorku tikist tó vera, at orkuframleiðslan ofta broytist sera nógv upp á sera stutta tíð.

Sjóvarfalsorka

Fróðskaparsetrið gjørdi fyri nøkrum árum síðani í samstarvi við Fiskaaling og SEV eitt atlas yvir, hvar tað rekur harðast í Føroyum. Á sumri 2014 gjørdi Fiskaaling, í samstarvið við SEV og Setrið, eina streymmáting í Vestmannasundi. Hugt var nærri at hesi máting og orkuni, ið var á hesum staði. Tríggjar ymiskar myllustøddir vóru brúktar 

a: diametur 10.7 m, full framleiðsla við 3.0 m/s

b: diametur 14.1 m full framleiðsla við 2.5 m/s

c: diametur 19.7 m, full framleiðsla við 2.0 m/s

Skjótt sást, at millum lítið og einki av orku kann fáast burturúr rákinum niðri við botnin. CF var mett til a: 4%, b: 6% og c: 12% alt eftir tøkni. Á miðjum dýpi var nakað frægari, CF var mett til a: 12%, b: 21% og c: 35% alt eftir tøkni. Mest av orku var at fáa tætt við vatnskorpuna, CF var mett til a: 16%, b: 27% ella c: 41% alt eftir tøkni. 

Staðið mátingin varð gjørd, var í einum streymhørðum øki, men tó ikki á best egnaða staðnum. Um áðurnevnda streymmodellið er eftirfarandi, so er rákið á best egnaða staðnum í Vestmannasundi uml. 17% harðari enn har mátingin var gjørd. Um hædd verður tikin fyri hesum, so er væl meiri av orku tøk á besta staðnum, t.d. hækkar framleiðslan á miðjum dýpi hjá miðalstóru mylluni frá CF = 21% til CF = 31%.

Alduorka

Landsverk ger aldumátingar kring Føroyar, sum væl kunnu brúkast til at gera metingar um tøku alduorkuna. Tíanverri varð ikki tíð til at eftirkanna hesar mátingar til hesa framløguna, men tó vita vit, at Føroyar liggja væl fyri í alduorkuhøpi. Víst varð á aðrar kanningar, iðvístu, at vit liggja í besta økinum á norðaru hálvkúlu. Frá øðrum kanningum veit mann, at alduorka oftast fylgir vindorku, men er nakað seinkað og heldur longur á. Eisini kann nakað av alduorku verða, tá næstan eingin vindur er. Hetta hendir, tí langar aldur frá fjarum stormum kunnu ferðast hendan vegin, sjálvt um stormurin ikki kemur á okkara leið.

Samanumtikið

Føroyar eru vælsignaðar við nógvum, ringum orkuríkum veðri, bæði á landi og á sjógvi. Tá hetta vælsignaða illveður ikki strekkir til, so hava vit eisini nakað av sólorku og ikki sørt av sjóvarfalsorku. Vit eiga nógvar grønar møguleikar, og við átøkunum sum SEV er í holt við, eru Føroyar longu millum undangongulond á orkuøkinum. 

Strembað verður móti, at øll elmegin skal koma frá varandi orkukeldum innan 15 ár. Skal hetta bera til, má nógv henda, og gott fólk má hjálpa at lyfta og loysa hesa uppgávu. Setrið roynir í tann mun tað ber til at stuðla undir hesa gongd. Í løtuni er eitt hold av orkuverkfrøðingum komin gott hálva leið við bachelorlestrinum á Setrinum. Til teirra, ið hava áræði og hava røttu fortreytir kann sigast, at eitt nýtt hold í Orkuverkfrøði fer at byrja eftir summarferiuna.