Sigri M. Gaïni hevur frá januar havt blogg í Dimmalætting, og vit fara komandi tíðina at leggja nakrar av teimum á heimasíðuna. Undir tekstinum stendur, nær tær hava verið prentaðar (Foto: dimma.fo)
Sigri M. Gaïni
16.05.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Framsøgufrælsi

Framsøgufrælsi – ella talufrælsi – er grundleggjandi prinsipp í fólkaræðinum.

Summir ástøðingar síggja talufrælsi sum verandi fremsta virðið og harvið eisini fremsta rættin í fólkaræðinum, aðrir síggja talufrælsi sum eitt grundleggjandi demokratiskt virði, sum tó er javnsett við onnur fólkaræðislig virði, fyrst og fremst javnrættindi, men eisini rættin til trygd, rættin til eitt privatlív o.s.fr.

Ástøðingar, ið síggja talufrælsi sum fremsta virðið í fólkaræðinum, tala sum heild at lógum ímóti sokallaðari haturstalu, meðan ástøðingar, ið síggja talufrælsi sum eitt av fleiri javnsettum fólkaræðisligum virðum, tala fyri at hava tílíkar lógir.

Í grundini spegla ymisku fatanirnar viðvíkjandi, um man er forsprákari fyri ella atfinnari av lógum ímóti haturstalu, eina grundleggjandi ymiska fatan av fólkaræðinum sjálvum. Tað finnast tvær grundleggjandi fatanir hesum viðvíkjandi, nevniliga treytaleysa fatanin og javnvigandi fatanin.

Treytaleysa fatanin er fatanin, at talufrælsi er týdningarmesta virðið í einum fólkaræði, og at ein tí undir ongum umstøðum kann skerja hetta virðið – og harvið hesi rætttindi – eitt nú við at lóggeva ímóti haturstalu. Ger man tað, máar man undan fólkaræðinum sjálvum.

Javnvigandi fatanin, hinvegin, er fatanin, at talufrælsi er eitt av fleiri gundleggjandi fólkaræðisligum virðum – og at hetta virði tískil má javnvigast við onnur grundleggjandi virði og rættindi. Ger man ikki hetta, máar man undan fólkaræðinum sambært hesari fatan.

Vit síggja við hesum, at grundleggjandi ymiskar fatanir av fólkaræðinum sjálvum ávirkar, hvussu ein tulkar talufrælsi – og harvið eisini møguligar lógir ímóti haturstalu. Um somu tíð er hetta eisini ein áminning um, hvussu ringt tað kann vera at semjast um, hvørt lógir ímóti haturstalu eiga at verða samtyktar ella ikki.

Í flestu europeisku londunum vórðu lógir ímóti haturstalu samtyktar antin beint fyri ella undir øðrum veraldarbardaga. Hetta var til at verja jødar, ið tá vóru fyri háðan, spottan og diskriminasjón. Seinni eru lógirnar vorðnar víðkaðar til eisini at fevna um aðrar minnilutabólkar, so hvørt sum tørvur hevur verið á tí. Vert er eisini at nevna, at fleiri ikki-vesturlendsk lond hava samtykt lógir ímóti haturstalu. Í Føroyum kom lógin ímóti haturstalu (§266b) ikki í gildi, fyrr enn hin 15.desember 2006.

USA er einasta vesturlendska landið, ið ikki hevur nakrar lógir ímóti haturstalu – og sæst treytaleysa fatanin av fólkaræðinum aftur í amerikonsku grundlógini.

Áhugavert er eitt nú at samanbera amerikonsku fatanina við kanadisku fatanina, ið er hin sama, sum sæst aftur í Europa, nevniliga hin javnvigandi fatanin. Orsøkin til, at tað er serliga áhugavert at samanbera hesar báðar tjóðir, er eyðsæð í fyrsta lagi, tí hetta eru grannalond – men í øðrum lagi, tí hvørki av hesum londum varð beinleiðis ávirkað av nasismuni.

Kanada valdi tó at samtykkja eina lóg ímóti haturstalu í 1970, og speglar hetta teirra grundleggjandi fatan av fólkaræðinum, sum er hin sama sum í flestu europeisku londunum.

Dentur má tó leggjast á, at tað sjálvsagt finnast bæði politikarar og borgarar sum heild, ið eru ósamdir við fatanini, sum ræður í teirra londum. Hetta er eyðsæð eisini ein av orsøkunum til, at kjakið um, hvar markið fyri talufrælsinum í fólkaræðinum eigur at vera, er áhaldandi og ongantíð fær ein enda.

Mest endurgivni ástøðingurin í kjakinum um talufrælsi er uttan iva bretski upplýsingarfilosoffurin, John Stuart Mill (1806-1873), ið orðaði eitt sokallað skaða-prinsipp í 1859. Prinsippið snýr seg um, at so leingi sum menniskju ikki skaða onnur gjøgnum sínar gerðir (sum eisini fevna um talu), so eiga tey at hava frælsið til at virka og tala frítt.

Skaða-prinsippið hjá Mill verður støðugt tulkað og nýtt til at undirbyggja argumentini hjá báðum pørtum í talufrælsiskjakinum, og brennandi spurningurin er: Hvussu skal ein tulka skaða? Er talan um kropsligan skaða? Ella er talan eisini um onnur sløg av skaða, so sum sálarligan ella sosialan skaða? Hetta eru ástøðingar ikki á einum máli um.

Nógv er hent, síðani Mill orðaði skaðaprinsippið. Eitt nú eru nógvar empiriskar kanningar gjørdar, ið allar vísa, at haturstala elvir til diskriminasjón (m.a. á arbeiðsmarknaðinum). Hesar somu kanningar vísa eisini, at haturstala elvir til vaksandi hatursbrotsverk (og tá er talan um kropsligan skaða).

Vit lata hesar sannkenningar sodna í eina tíð – men vit eru ikki liðug at viðgera framsøgufrælsi og mongu avbjóðingarnar, ið fylgja við hesum demokratiska prinsippi.

Greinin var upprunaliga prentað í Dimmalætting 8. mai 2022.