University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Maeslinger 14.jpg

Meslingar er herviliga ring umfarssjúka. Tíbetur verða flest øll í dag koppsett fyri teir (Foto: Statens Serum Institut)

05.11.2020
Setrið

Framúrskarandi poddur um meslingarnar í 1846

Guðrið Poulsen frá Tjóðskjalasavninum og Jónfinn Stenberg, fotografur og ljóðmaður hava gjørt ein stuttan podd um meslingafarsóttina, sum gekk í Føroyum í 1846. Hann eiga tit at geva gætur

Vit hava nú fingið eina skjóta og dramatiseraða gjøgnumgongd av meslingafarsóttini, sum rakti Føroyar í 1846.

Danski læknin Peter Panum, sum var í Føroyum undir farsóttini, staðfesti frá royndum, at meslingarnir smittaðu frá persóni til persón, og at teir høvdu eina ávísa inkubatiónstíð.

Henda staðfestingin gjørdi Panum til undangongufólk í farsóttarfrøði í heiminum.

Poddurin hjá Guðrið og Jónfinni er gjørd í sambandi við vísindavøkuna í ár, og sjálv skriva tey soleiðis um verkætlanina:

Tjóðskjalasavnið: Av tí at eingi tiltøk eru á svalanum í Sjóvinnuhúsinum í ár, hava vit valt at koma við einum talgildum íkasti, har mann lættliga kann halda allar koronuásetingar.

Samsvarandi við ársins evni hava vit gjørt eitt lítið poddvarp, har vit í stuttum lýsa og dramatisera eina hending í Føroya søgu.

Í poddvarpinum hava vit eina skjóta gjøgnumgongd av meslingafarsóttini, sum rakti Føroyar í 1846. Nógv av smittuverjandi tiltøkunum, sum vit hava í dag, vóru eisini brúkt tá.

Meslingarnir komu við einum ferðafólki til Føroya tann 29. mars 1846 og spreiddu seg um alt Føroya land. Danski læknin Peter Panum, ið var í Føroyum undir farsóttini, staðfesti út frá sínum royndum, at meslingarnir smittaðu frá persóni til persón og høvdu eina ávísa inkubatiónstíð.

Henda staðfestingin gjørdi hann til ein av undangongumonnunum innan farsóttarfrøði í heiminum.

Lurtið eftir spennandi poddinum her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya