(Foto: Mynd: WU Vienna)
03.06.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Frederick Schauer vitjar Setrið

Kendi amerikanski professarin í løgfrøði, Frederick Schauer, kemur á Fróðskaparsetrið frá 8. og 11. juni

Frederick Schauer er ikki heilt ókendur millum føroyingar.

Upprunaliga føroyska grundlógarnevndin, sum sat frá 1999 og fram, vitjaði Schauer, professara, og tók móti hansara ráðum á Kennedy School of Government á ferð, sum var gjørd til USA í februar 2001.

Schauer undirvísir løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum týsdagin 8. juni og mikudagin 9. juni á skeiðunum "Úrskurðargreining" og "Føroyskur stjórnarskipanarrættur I".

Fríggjadagin 11. juni luttekur Schauer á evnisdegi (symposium) á Depli Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði, staðsett á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25 á veghæddini. Evnisdagurin verður frá klokkan 12:30 til 17:00.

Frederick Schauer er í løtuni og síðan 2008 professari í løgfrøði við Virginia University.

Áðrenn tað var hann frá 1990 til 2008 professari fyri ásetingina í amerikonsku grundlógini um talufrælsi (First Amendment) á Kennedy School of Government á Harvard University, og frammanundan tí var hann professari á University of Michigan.

Frederick Schauer hevur skrivað umleið 300 vísindaligar greinar og bókakapitlar um evni knýtt at løgspeki, lógartulking, løgfrøðiligum háttalagi, stjórnarrætti og stjórnarskipanarfrøði (constitutional theory) og ikki minst talufrælsi.

Schauer hevur eisini skrivað eina røð av bókum. Eina mest kendar munnu vera, "Free Speech: A Philosophical Enquiry, 1982"; "Playing By the Rules: A Philosophical Examination of Rule-Based Decision-Making in Law and in Life, 1991" og "The Force of Law, 2015". Seinast nevnda er eitt týðandi løgspekiligt verk, sum á nýggjan og originalan hátt setir klassisku bretsku løgspekingunum H.L.A. Hart og John Austin stevnu.

Frederick Schauer fer av landinum aftur leygardagin 12. juni.