University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frederik Waage Adjungeraður Professari Á SSD
08.04.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Frederik Waage blivin adjungeraður professari á Setrinum

Frederik Waage, professari á Syddansk Universiteti, er frá 1. februar 2026 settur sum adjungeraður professari í stjórnarskipanarrætti á Fróðskaparsetri Føroya

Setanin av Waage er liður í raðfesting hjá Fróðskaparsetri Føroya av rættarligari og parlamentariskari ábyrgd í løgfrøðigranskingini á Søgu- og samfelagsdeildini.

Í hesum sambandi fer Frederik Waage saman við m.a. René Offersen, advokati, sum í seinastu donsku ríkisrættarsakini vardi Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra í Danmark, at halda fyrilestur á almennum symposium um ráðharrábyrgd og ríkisrættarskipanina. Tiltakið verður á Fróðskaparsetri Føroya 20. apríl - les meira um tað her.

Vit gleða okkum til spennandi samstarvið og ynskja Frederik Waage til lukku við tilnevningini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Høvundar Til Grein Um Bróstkrabba DHS

    Lívið eftir bróstkrabba kann vera trupult í mong ár

  2. Train Nonklett Vitan Og Strid

    Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan

  3. Rógvi Olavson Klipt

    Ph.d.-verja: Rógvi Olavson