University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fremmandar vitjanir
07.06.2013
Føroyamálsdeildin

Fremmandar vitjanir

Hetta er árstíðin, tá ið nógvar útlendskar vitjanir eru. Á Føroyamálsdeildini merkja vit eisini tann stóra áhugan, sum er fyri føroyskum máli, bókmentum og føroyskum viðurskiftum sum heild uttanlands.


Í mai var ein hópur við 26 lesandi frá universitetinum í Zürich í Sveis á vikulangari ferð í Føroyum. Tey vitjaðu m.a. á Føroyamálsdeildini, har ið tey í ymsum stuttum fyrilestrum fingu innlit í virksemi og gransking á deildini. Á ferðini vóru tey annars víða um og fingu á tann hátt eina breiða og fjøltáttaða mynd av lívi, virki og náttúru í landinum, sum longu í síni staðseting mitt úti í víðum havi víkur so nógv frá teirra egna mitt ímillum onnur lond á meginlandinum í Evropa. Um miðjan juni koma 17 onnur lesandi úr Basel í Sveis saman við tveimum lærarum. Tey ætla eisini at vitja á Føroyamálsdeildini. Øll hesi lesandi hava á skeiði frammanundan fyrireikað seg til ferðina við at lesa um mál, bókmentir, mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í Føroyum og hava haraftrat havt stutt innleiðsluskeið í føroyskum máli við lærara av Føroyamálsdeildini.

Seinni í summar – frá 21. juli til 2. august – vitja um leið 20 limir í Týskum-føroyskum vinafelag. Felagið hátíðarheldur í ár 25 ára stovningarár sítt og skipar í hesum sambandi fyri ferðini til Føroya. Á skránni eru útferðir, gongutúrar og vitjanir á søvnum og stovnum, m.a. á Fróðskaparsetrinum. 25. juli hevur felagið aðalfund og hátíðarheldur aftaná 25 ára dagin við móttøku í Norðurlandahúsinum.

Og mitt í øllum hesum skipar Føroyamálsdeildin fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum fyri universitetslesandi úr øllum Norðurlondum. Tað skeiðið byrjar 10. juni og varir til 30. juni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum