07.06.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fremmandar vitjanir

Hetta er árstíðin, tá ið nógvar útlendskar vitjanir eru. Á Føroyamálsdeildini merkja vit eisini tann stóra áhugan, sum er fyri føroyskum máli, bókmentum og føroyskum viðurskiftum sum heild uttanlands.


Í mai var ein hópur við 26 lesandi frá universitetinum í Zürich í Sveis á vikulangari ferð í Føroyum. Tey vitjaðu m.a. á Føroyamálsdeildini, har ið tey í ymsum stuttum fyrilestrum fingu innlit í virksemi og gransking á deildini. Á ferðini vóru tey annars víða um og fingu á tann hátt eina breiða og fjøltáttaða mynd av lívi, virki og náttúru í landinum, sum longu í síni staðseting mitt úti í víðum havi víkur so nógv frá teirra egna mitt ímillum onnur lond á meginlandinum í Evropa. Um miðjan juni koma 17 onnur lesandi úr Basel í Sveis saman við tveimum lærarum. Tey ætla eisini at vitja á Føroyamálsdeildini. Øll hesi lesandi hava á skeiði frammanundan  fyrireikað seg til ferðina við at lesa um mál, bókmentir, mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í Føroyum og hava haraftrat havt stutt innleiðsluskeið í føroyskum máli við lærara av Føroyamálsdeildini.  

Seinni í summar – frá 21. juli til 2. august – vitja um leið 20 limir í Týskum-føroyskum vinafelag. Felagið hátíðarheldur í ár 25 ára stovningarár sítt og skipar í hesum sambandi fyri ferðini til Føroya.  Á skránni eru útferðir, gongutúrar og vitjanir á søvnum og stovnum, m.a. á Fróðskaparsetrinum. 25. juli hevur felagið aðalfund og hátíðarheldur aftaná 25 ára dagin við móttøku í Norðurlandahúsinum.

Og mitt í øllum hesum skipar Føroyamálsdeildin fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum fyri universitetslesandi úr øllum Norðurlondum. Tað skeiðið byrjar 10. juni og varir til 30. juni.