University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Frida Poulsen PDH Front
25.09.2023
Setrið Námsvísindadeildin

Frida Poulsen fingið ph.d.-heiti

Seinnapartin vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, og fyri løtu síðani fekk hon ph.d.-heiti í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya

Verjan var væleydnað, og dómsnevndin mælti einmælt til, at Frida Poulsen fær ph.d.-heiti.

Ph.d.-ritgerðin hjá Fridu Poulsen kallast "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".

Í metingarnevndini sótu Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Stine Willum Adrian, lektari á Aalborg Universiteti og Tromsø Universiteti, og Vegar Moen, lektari á Stavanger Universiteti.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Lotte Hedegaard-Sørensen, lektari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kirsten Baltzer, lektari emerita, hava verið hjávegleiðarar.

Frida Poulsen hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse. Granskingarverkætlanin hevur m.a. verið stuðlað av Granskingarráðnum.

Vit ynskja Fridu Poulsen hjártaliga til lukku við ph.d.-heitinum!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving