Fróðskapur
02.10.2007
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparrit 54

Dorete Bloch og Firouz Gaini, ritstjórar. Tórshavn 2007,198 síður. Kr. 270.00 - ISBN: 99918-65-10-1.


54. bók av vísindaliga tíðarriti okkara, Fróðskaparrit, er útkomið. Bókin er 198 síður og inniheldur 11 greinir; 8 innan hugvísindi og 3 innan náttúruvísindi, og er tað langt síðan, hugvísindi hava fylt so nógv í

Fróðskaparriti.

Jeffrei Henriksen, málgranskari, hevur stutta forvitnisliga grein um talumál og tátíðarleika, ið nevnist Ein upprunafrøðilig tilhugsan. Her fær lesarin m.a. at vita, hvat barnamálið kann siga okkum um ríku málsøgu okkara.

Hjalmar P. Petersen, ið granskar í føroyskum og norrønum málum á granskingarstovninum Mehrsprachigkeit í Hamburg, greinar í sínum teksti aldalanga føroyskt-danska málsambandið, ið ger føroyingar tvímæltar. Í áhugaverda tekstinum, Føroyskt-danskt málsamband, kemur høvundurin eisini inn á alment viðkomandi evni sum málrøkt, málbygging og málveruleika.

Kennir tú orðið heltn? Tað ger Eivind Weyhe, lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í sínum íkasti til nýggjastu útgávuna av Fróðskaparritum hevur Eivind kannað, hvar í landinum navnið er at finna, og hvørjar formar tað kann hava. Loynidómarnar um navnið heltn lata vit lesaran sjálvan lesa sær til. 

Hvussu verða upprunahandrit endurgevin í Føroya Kvæði? Eru kvæðini broytt frá handriti til prent? Hesar spurningarnar setti Michael Barnes sær í 1978, og ungi kvæðagranskarin Sólfinn Hansen, Fróðskaparsetur Føroya, hevur í greinini Tvinnir eru kostirnir tikið spurningin upp og gjørt eina meting av purismu innan kvæðaútgávur.

Fýra greinar í Fróðskaparrit 54 snúgva seg um børn og ung í Føroyum:

Hvat er ein rættur maður í dag? Firouz Gaini, ungdómsgranskari á Fróðskaparsetri Føroya, roynir í greinini Once Were Men at lýsa sereyðkennini í stílunum og samleikunum hjá føroyskum dreingjum viðvíkjandi maskuliniteti. Hann lýsir fýra høvuðsbólkar av monnum. Kjatt á alnetinum hevur seinastu árini vunnið stóra útbreiðslu millum børn og ung í Føroyum. Er nakar munur á kjattmentanini í Føroyum og aðrastaðni? Hvussu ávirkar alnetið samskiftismynstrini hjá ungdóminum? Firouz Gaini hevur í Internet Chatting in the Faroe Islands hugt nærri at hesum nógv umrødda fyribrigdi: kjatt. Erika A. Hayfield, Napier University (Edinburgh), ið hevur skrivað PhD-ritgerð um nýtslumentanina hjá skotskum børnum, hevur latið nýskapandi grein um børn, samleika og nýtslu úr hondum, ið avgjørt eigur at vera pensum hjá námsfrøðingum, lærarum og samfelagsgranskarum, ið ynskja betur at skilja, hvussu børn uppliva og tulka sítt egið forbrúk í modernaða samfelagnum.Fjórða greinin, ið snýr seg um føroysk børn og ung, hyggur at lívinum á bygd í dag og spyr hví ungfólk velja at búseta seg á bygd? Greinin byggir á høvuðsritgerðini (2005) hjá høvundanum, Sámal Matras Kristiansen, ið hevur lisið samfelagsfrøði á Roskilde Universitet. Mobilitetur er eitt høvuðshugtak í tekstinum Village dwelling, ið vísir hvussu nógv bygdirnar eru broyttar.Anna Maria Fosaa varð doktari í plantuvøkstri á fjøllunum við Universitetið í Lund í 2003. Ein av greinunum var handrit tá og er tað nú prentað sum: Distribution of Raunkiær's life-forms along altitudinal gradients in the Faroe Islands.Høvuðsuppgávan hjá Ámundi Nolsø snúði seg um stakar sjóbjølgar í Føroyum, ið var savnað undir BioFar verkætlanin. Hetta er nú prentað sum: Solitary ascidians (Tunicata, Ascidiacea and Sorberacea) of the Faroes; og ein partur av hesum prýðir eisini permuni. Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy er lívfrøðiligur savnari. Seinastu árini hevur hann savnað Grátt undir Steini í øllum landinum, og úrslitið við útbreiðslukortum av teimum 4 sløgunum er skrivað saman av Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen sum: Distribution of Woodlice (Isopoda: Oniscoidea) in the Faroe Islands.Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2005 (Nýtt innan vísindi í 2005). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlands hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum handa slag um føroysk viðurskifti í 2005 (Vísindaritverk 2005)

Fróðskaparrit verður útgivið av forlagnum Fróðskapi, Faroe University Press. Fróðskaparrit hevur fingið Firouz Gaini sum ritstjóra saman við Dorete Bloch, ið hevur ritstjórnað síðan 1994. Firouz Gaini tekur sær av hugvísindum og Dorete Bloch av náttúruvísindum.

Í leysasølu kostar ritið 270 kr.