University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fróðskaparrit 59 komið
17.03.2012
Fróðskapur

Fróðskaparrit 59 komið

Fróðskaparrit fyri 2011 er loksins komið. Rit nr. 59 í røðini hevur tíggju greinir, sum fevna um sera ymisk evni: kvæði, mál, bíbliutýðingar, bókmentir, søgu, blómur, fuglar og torvheiðar. Ritið er 170 bls. og kostar 270 kr. í bókabúðunum. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen.


Tað eru sjey hugvísindaligar greinir og tríggjar náttúruvísindaligar greinir í ritinum. Tvey bókaummæli eru: Jonathan Adams ummælir bókina “Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes” og Hanus Kamban ummælir bókina “Føroysk bókmentasøga I”. Eins og í undanfarnum Fróðskaparritum verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti. Eisini er yvirlit yvir vísindalig avrik um føroysk viðurskifti hjá granskarum innan- og uttanlands (Vísindaritverk).  

Greinirnar eru:  

Povl Skårup:
Mellem Færeyinga saga og Sigmundarkvæðið eldra

Hans Andrias Sølvará:
Tilboðið, Alberti og danska stjórnin – ein søga um eina politiska myth

Hans Andrias Sølvará:
  „Moyggj skal verða við barn ...“  nøkur orð um bíbliutýðingar og bíbliutulkingar  

Eivind Weyhe:
Mansnavnið Lagi í Føroyum  

Jógvan í Lon Jacobsen:
Sproglig markedsøkonomi på Færøerne  

Bergur Rønne Moberg:
A rest in the West. Translation of Modernity and Modernism in William Heinesen's „Grylen“

Marna Jacobsen:
Development of Faroese children’s literature. Challenges in a minority society  

Anna Maria Fosaa, Olivia Danielsen og Herborg Nyholm Debess:
The influence of experimental warming on flowering phenology of Moss Campion, Silene acaulis  

Jóhannis Danielsen:
Diurnal activity patterns suggest nocturnal foraging in northern Fulmar (Fulmarus glacialis)

Kevin J. Edwards, Steffen Stummann Hansen og Gunnar Bjarnason:
A scalped peatscape on Nólsoy, Faroe Islands

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025