Ein grein kallast: Ræstar hugleiðingar – upprunin til sagnorðið ”ræsa”
Fróðskaparrit nr. 71 er komið
Við ársbyrjan 2026 eru greinarnar, sum eru komnar út í Fróðskaparritum 2025 savnaðar í rit nr. 71.
Talan er um ellivu greinar, sum spenna víða, frá málfrøði og bókmentum til stjórnmálafrøði og náttúruvísindi. Greinar eru á føroyskum, donskum og enskum.
Ritstjórar eru Malan Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará, Eyðfinn Magnussen og Marin Strøm. Andras Mortensen og Annika Sølvará samskipa útgávurnar.
Rit nr. 71 er 253 bls. Tað kann lesast og takast niður í pdf sniði á ojs.setur.fo
Øll Fróðskaparrit eru tøk talgilt
Í mong ár komu Fróðskaparrit út í prentaðari útgávu. Síðani rit 67 hevur talan bert verið um talgilda útgávu.
Í dag eru øll Fróðskaparrit tøk talgilt á heimasíðu forlagsins. Her eru ritini opin fyri øll at lesa og taka niður í pdf sniði. Til ber at finna einstakar greinar og heil rit.
Greinarnar til Fróðskaparrit verða almannakunngjørdar á heimasíðuni, so hvørt tær verða góðkendar til útgávu. Tá árið er farið verða greinarnar savnaðar í eitt árligt rit.
Fróðskaparrit er skrásett í CrossRef, sum er kravd skipan, fyri at ritið kann verða skrásett hjá Google Scholar og Web of Science. Hesar skrásetingar eru í nógvum førum fortreyt fyri, at granskarar vilja geva sínar greinar út í einum vísindatíðarriti
Eru viðmerkingar ella spurningar til Fróðskaparrit, ber til at venda sær til forlagið við telduposti til frodskapur@setur.fo
Greinar og høvundar í 71. riti
Ræstar hugleiðingar – upprunin til sagnorðið ”ræsa”
Bjarni Steintún
Praktikvejlederens primære opgave i læreruddannelsen – Et Mixed-methods studie blandt lærerstuderende på Færøerne
Hans Harryson
Bara tey, sum elska-elska at lesa – gera tað – Lesing og lesivanar hjá føroyskum børnum
Sissal M. Rasmussen, Lydia Didriksen, Turið Kjølbro
Um ruðul og ruðuleika
Jógvan í Lon Jacobsen
Løgtingið og tingnevndirnar: stovnslig eyðkenni og politiskt virksemi
Hallbera West
A species inventory for the island of Koltur (Faroe Islands): Setting the baseline for long-term monitoring
Kreiling, A.-K., Aldará, J., í Haraldsstovu, K., Andersen, H.J., Bechberger, O., Fahldieck, M., Gusarov, V.I., Haas, M., Hansen, J.F., Kjærandsen, J., Kompa, Th., Thomsen, K.A., Trygvadóttir Fjallstein, B.V., Welch, M., Patursson, B. & Hansen, L.J.
The drifter that came in from the cold: First record of Sthereus ptinoides (E.F. Germar, 1823) (Coleoptera: Curculionidae) in Europe
Agnes-Katharina Kreiling , Leivur Janus Hansen & Jan Pedersen
Hvussu uppliva avvarðandi at eldri heimabúgvandi persónum við demens tørvin á stuðli í gerandisdegnum: Ein kvalitativ kanning
Sára Skylv Reinert, Elisabeth Anthoniussen
Am I Like My Father?
Runa Preeti Ísfeld
An investigation of genetic fecundity variants in Faroese sheep
Eva K. Hansen, Jens Ivan í Gerðinum, Dag Inge Våge, Svein-Ole Mikalsen
Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining (“ecocriticism”) og evnisligari snaring (“new materialism”)
Bergur Djurhuus Hansen