University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fróðskaparsetrið 3 nýggjar vísindaligar greinir um kropslig viðurskifti í úrvalsfótbólti
17.04.2018
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Fróðskaparsetrið 3 nýggjar vísindaligar greinir um kropslig viðurskifti í úrvalsfótbólti

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking og dekanur á Fróðskaparsetrinum, er við í trimum vísindaligum greinum um fótbóltsfysiologi.


Saman við útlendskum granskarum hevur Magni givið út tríggjar nýggjar greinir í vísindaligum tíðarritum.

Fyrsta greinin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Nutrients í gjár:

  • Poulios, A., Fatouros, IG., Mohr, M., Draganidis, D., Deli, CK, Papanikolaou, K., Sovatzidis, A., Georgakouli, K., Nakopoulou, T., Ermidis. G., Georgakouli, K.,  Tzatzakis, T., Laschou, V., Koulouris, A., Chatzinikolaou, A., Karagounis, L. Krustrup, P., Jamurtas, AZ (2018). Protein Supplementation May Facilitate Performance Recovery in Response to Repeated Soccer Games: A Randomized Clinical Trial. Nutrients 10(494):1-26.

Í stuttum vísir hendan greinin, at í altjóða úrvalsfótbólti er vanligt at spæla dystir 2-3 ferðir um vikuna. Kanningar hjá Magna Mohr vísa, at leikarar ikki kunnu hvíla nøktandi kropsliga, tá bert 3-4 dagar eru ímillum dystir. Nýggja greinin nýtir eitt randomiserað, kontrollerað design og varð framd í Trikala í Grikkalandi. Kanningin vísir, at inntøka av protein eftir serstøkum leisti framskundar hvíldarprosessirnar og økir um antioxidant-støðuna í kroppinum. Hetta ger, at leikararnir hava minni bruna í vøddunum, hvílast skjótari og avrika betur kropsliga.

Samandráttur av greinini kann lesast her: https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/29659539

Onnur greinin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sports Medicine and Physical Fitness fyri einari viku síðan:

  • Rago, V., Silva, JR., Barreira, D., Mohr, M., Krustrup, P., and Rebelo, AN. (2018).  Switching between pitch surfaces: practical applications and future perspectives for soccer training. J. Sports Med. Phys. Fitnes. 2018 Apr 4. doi: 10.23736/S0022-4707.18.08278-6. [Epub ahead of print]

Greinin er ein review-grein, sum er skrivað í samstarvi við universitet í Portugal, Katar og Danmark, viðger, hvussu útvalsfótbóltsleikarar verða ávirkaðir av at skifta ímillum at spæla á vøllum við ymiskum undirlagi. Reviewið kannar vísindaligar bókmentir, sum viðgera evnið og vísir, at undirlagið spælir ein avgerandi leiklut í mun til kropslig krøv, skaðar, hvíld og venjing.

Samandráttur av greinini kann lesast her: https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/29619795

Triðja greinin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Aspetar Sports Medicine Journal fyri trimum døgum síðan:

  • Bradley, PS., Di Mascio, M., Mohr, M., Fransson, D., Wells, C., Moreira, A., Castellano, J., Gomez, A., and Ade, JD. Can modern football match demands be translated into novel training and testing modes? Aspetar Sports Medicine Journal .

Greinin er eitt stutt review, sum viðger, hvussu kropsligu krøvini og staðfesting av hesum kann nýtast í at menna kropsliga venjing og testing av úrvalsfótbóltsleikarum. Greinin tekur støði í kanningum hjá m.a. Magna Mohr seinastu 15 árini, og er skrivað í samstarvi við granskarar á John Moores University í Liverpool. Greinin er ætlað teimum, sum arbeiða við fótbóltsvenjing á úrvalsstigi.

Samband: Magni Mohr, 292270, magnim(at)setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya