Hans Pauli Joensen, Náttúruvísindadeildin
20.01.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið og roknistykkið hjá fíggjarnevndini

Pástandurin frá politiskari síðu um, at núverandi játtanin til lønir í 2009 røkkur til at løna øllum, sum nú eru sett í starv á Fróðskaparsetrinum, hevur ikki hald í veruleikanum. Roknistykkið hjá fíggjarnevndini gongur heilt einfalt ikki upp.


Góð støða
Í valstríðnum til seinasta løgtingsval vóru flestu av innvaldu tinglimunum samdir um, at Fróðskaparsetrið skuldi mennast til eitt “altjóða universitet”. Eftir seinasta løgtingsvalið byrjaði tað væl, tí Fróðskaparsetrið fekk munandi hækking í játtanini á fíggjarlógini í 2008. Menningin av stovninum fekk góðan gróðrarbotn, og lagt bleiv til rættis samvarandi politiska viljanum. Sett varð út í kortið nøkur ár fram í tíðina, eitt nú í samband við útbjóðingar av nýggjum útbúgvingum, sum jú taka eitt áramál at gjøgnumføra.

 

Til verka
Sum vera man varð raðfest og planlagt út frá sannføring um, at nú skuldi verulig menning fremjast á Fróðskaparsetrinum. Tað setir krøv, m.a. um at stovnurin fær fleiri starvsfólk, harímillum vísindafólk.

 

Í samband við nýggj vísindastørv á Fróðskaparsetrinum í 2008 komu bæði nógvar og góðar umsóknir úr flest øllum heimspørtum. Hetta eru dømi, sum prógva, at tað ber til at fáa toppkvalifiserað vísindafólk til eitt universitet í Føroyum. Men tað var avgerandi, at Fróðskaparsetrið í samskiftinum við umsøkjararnar kundi vísa á, at tað var ein politiskur vilji til at raðfesta og menna Fróðskaparsetrið.

 

Ring støða
Fyrr hevur sjáldan verið politiskur vilji til at menna Fróðskaparsetrið, men tá vistu vit tað. Í 2008 tyktiskt viljin at vera til staðar, men í veruleikanum varð hann burtur, tá á stóð. Fróðskaparsetrið hevur í 2008 lagt framtíðar virksemi til rættis við grundarlag í politiskum útmeldingum um uppraðfesting og altjóðagerð av stovninum. Men við verandi játtan er grundarlagið knappliga burtur. Støðan er tí verri nú enn frammanundan.

 

Vit vóru at kalla komin í hásummartíð, áðrenn fíggjarlógin fyri 2008 varð samtykt. Stutt eftir fáa vit samgonguskifti, og fáar mánaðir eftir liggja vónir um menning av Fróðskaparsetrinum í skelja sori. Hetta eru ringar fortreytir at arbeiða undir, og hetta er ikki álitisvekjandi fyri tey netverk, ið skulu byggjast upp við samstarvspartar – t.d. tey netverk, ið lunnar vórðu lagdir undir í 2008.

 

Í samgonguskjalinum hjá ABC samgonguni stendur m.a. hendan orðingin undir yvirskriftini “Hægri lestur”:

 

“Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis-, undirvísingar- og granskingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð. Møguleiki skal eisini vera fyri fjarlestri.”

 

Nú lekur illa millum teori og praksis.

 

Roknistykkið hjá fíggjarnevndini
Í samband við fíggjarlógararbeiðið fyri 2009 hevur serliga fíggjarnevndarformaðurin ført fram eitt roknistykki um, at Fróðskaparsetrið við givnu játtanini uttan trupuleikar kann halda fram við virkseminum, sum varð sett í gongd í 2008.

 

Fíggjarnevndarformaðurin førir fram, m.a. í sendingini “Kjakarí’ið” í útvarpinum 14. januar 2009, at hann hevur tikið lønarútreiðslurnar á Fróðskaparsetrinum í november 2008, og ganga tað upp við 12 fyri at fáa ársútreiðslurnar. Og fyri at gera alt rætt og gott ger hann greitt, at hann hevur lagt 3% omaná fyri at taka fyrilit fyri lønarhækkingum.

 

Roknistykkið gongur ikki upp
Fyri tann, ið ikki veit betur, kann hetta ljóða rætt og gjøgnumhugsað. Men roknistykkið hjá fíggjarnevndarformanninum hevur tíverri ikki innbygt røttu fortreytirnar.

 

Trupuleikin er, at øll starvsfólk fyri 2009 ikki vóru við á lønarlistanum hjá Fróðskaparsetrinum í november 2008. Nøkur av størvunum vórðu ikki mannað fyrr enn eftir 30. november 2008, og tey størvini síggjast tí ikki í yvirlitinum frá november. Av hesi einføldu orsøk metir fíggjarnevndin lønarútreiðslurnar fyri 2009 ov lágt, og tí røkkur játtanin til Fróðskaparsetrið ikki til lønir í 2009.

 

Um politiskur vilji var, hevði veri lætt at rætta í grundarlagnum fyri metingini av lønartørvinum fyri 2009. Tað er bara at rokna tey starvsfólkini uppí, sum komu á lønarlistan eftir 30. november 2008. So varð status quo í mun til 2008. Tað hevði ikki verið framhaldandi “menning av Fróðskaparsetri Føroya”, men betur enn skerjing av Fróðskaparsetri Føroya.

 

Áhaldandi pástandurin frá politiskari síðu um, at núverandi játtanin til lønir í 2009 røkkur til at løna øllum, sum nú eru sett í starv, hevur ikki hald í veruleikanum. Roknistykkið hjá fíggjarnevndini gongur heilt einfalt ikki upp.

 

Ikki tørv á fólki?
Men tá starvsfólk koma so seint á lønarlistan, er tað so tí at Fróðskaparsetrið ikki hevur tørv á teimum?

 

Jú, Fróðskaparsetrið hevur stórliga brúk fyri teimum m.a. til virksemi, sum í samsvari við politiska viljan vórðu settar út í kortið í 2008. Eitt nú til undirvísing á nýggjum útbúgvingunum, ið vórðu bjóðaðar út á Náttúruvísindadeildini í 2008, og til raðfest granskingarøki í tilknýti til útbúgvingarnar. Tað krevjast lærarar til at undirvísa á hesum útbúgvingum, og nýggju fólkini skulu undirvísa nú.

 

Orsøkin til, at nøkur fólk eru komin so seint á lønarlistan er, at tað ikki hevur borið til hjá teimum at blíva leys fyrr úr teimum størvum, ið tey frammanundan vóru í. Haraftrat er mannagongdin við setanum av vísindafólkum á universitetum drúgv.

 

Hvat er at gera?
Setningurin “Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram” í samgonguskjalinum eigur at takast í álvara.

 

Ásannandi at fíggjarnevndin ikki hevur brúkt veruliga lønartørvin sum grundarlag fyri at gera metingarnar av lønarútreiðslunum í 2009, er alneyðugt, at samgongan hækkar játtanina til Fróðskaparsetrið, so nevndi setningurin í samgonguskjalinum ikki verður gjørdur til skammar.

 

Hans Pauli Joensen,
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum