- Eitt ósamsvar tykist vera millum málpolitikk og granskingarpolitikk í Føroyum og í Norðurlondum sum heild, skrivar Bergur D. Hansen í hesi tíðargreinini
Bergur D. Hansen, lektari í bókmentum og dekanur á Føroyamálsdeildini
23.07.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið samtykkir málpolitikk

Endamálið er samsvar millum mál- og granskingarpolitikk, tí føroyskt dragnar ov nógv í kappingini við enskt


Ein uppgerð av vísindaligum greinum, skrivaðar á Fróðskaparsetrinum í fjør, vísir, at tríggjar vóru á føroyskum, 97 á enskum og seks á øðrum málum.
Fyrivarni skal takast, tí hetta er ein skjót, leyslig uppgerð, og uppgerðarhættir kunnu variera (her eru t.d. bøkur ikki við, og somu greinir kunnu kanska koma fyri fleiri ferðir, tí fleiri rithøvundar hava verið um tær).
Men lutfallið er greitt.
Nógv tær flestu vísindaligu greinirnar verða skrivaðar á enskum. Tað er sjálvandi frálíkt, tí tað vísir, at føroyskir granskarar taka lut í altjóða gransking og skriva í tíðarrit, sum granskarar úr øðrum londum lesa, og á tann hátt er gransking í Føroyum partur av einum altjóða samskifti og kjaki. Fyri føroyska málið er tað hinvegin ikki gott, tí føroyskt verður ikki brúkt, ment og mýkt sum vísindamál.


Altjóða og føroyskt
ST-felagsskapurin UNESCO vísir støðugt á stóra týdningin, sum livandi og sterk móðurmál hava fyri samfelagsliga menning, fólkaræði, javnrættindi og útbúgvingarmøguleikar. UNESCO ger samstundis vart við týdningin, sum kunnleikin til fremmandamál hevur fyri altjóða samstarv, samskifti, opinleika og tollyndi.
Í útbúgvingarligum samanhangi kann orðaskiftið um mál lættliga gerast einfalt og harðligt. Tey, sum gera vart við týdningin av at duga og brúka fremmandamál, verða søgd ikki at hugsa um móðurmálið, og tey, sum gera vart við týdningin av at duga og brúka móðurmálið, verða skírd heimføðingar ella í besta føri romantikarar.
Í skúlum og á universitetum um allan heim hoyrast nógv ymisk mál. Samstundis eru universitet vanliga knýtt at einum ávísum landi ella øki og einum móðurmáli. Tað hevði eisini verið avmarkandi fyri einstaklingar og fyri samfelagsligu menningina, um tað ikki var so. Danskt verður brúkt í Keypmannahavn, italskt í Bologna og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Ella soleiðis hevur tað verið.
Í gransking og undirvísing á hægri stigi í dag eru móðurmálini komin undir trýst, tí enskt verður alt meiri vanligt.
Føroyskt er enn vanliga samskiftismálið á Fróðskaparsetrinum, men við fleiri útlendskum granskarum í starvi, útlendskum vitjanum, altjóða samstarvi o.s.fr. verður enskt brúkt meiri og meiri. Fleiri fundir á Fróðskaparsetrinum verða hildnir á enskum, og ráðstevnir verða bert í undantaksføri hildnar á føroyskum.
Í Fróðskaparriti, einasta føroyska vísindaliga tíðarritinum, standa greinir á enskum lið um lið við greinir á føroyskum, og tað er trupult hjá Fróðskaparriti at kappast við útlendsk vísindalig tíðarrit um greinir frá føroyskum granskarum.
Hugsanin um at menna føroyskt sum vísindamál er ikki slept. Men í gerandisdegnum mugu granskarar velja, og serliga fyri ungar granskarar tykist valið einfalt, tí við ongum greinum í altjóða viðurkendum tíðarritum, fáa teir ikki størv og ikki granskingarpengar.


Mál- og granskingarpolitikkur
Eitt ósamsvar tykist vera millum málpolitikk og granskingarpolitikk í Føroyum og í Norðurlondum sum heild. Vit vilja verja, varðveita, menna og greina móðurmálini, og vit krevja, at tey, sum flyta til okkara úr øðrum londum, skulu læra okkara mál, meðan vit í hægri undirvísing og gransking leggja dent á altjóðagerð og at skriva á enskum í altjóða tíðarrit (og á tann hátt eru móðurmálini fyri týdningarmiklum økismissi). Tað er vert at minna á, at undirvísing, gransking og málpolitikkur hanga saman.


At krevja føroyskt krevur sítt
Fróðskaparsetrið er ein føroyskur stovnur. Hugsaðu vit t.d. einans um gransking og undirvísing á altjóða stigi, leyst av føroyskum, kundu vit – kanska lættari – latið eina deild av einum útlendskum universiteti upp í Føroyum.
Tað hevur støðugt verið ein sjálvsagdur partur av virkseminum á Fróðskaparsetrinum at virka fyri føroyskum máli bæði í undirvísing og í gransking umframt at granska í viðurskiftum, sum eru serliga viðkomandi fyri føroyska samfelagið. Stevnumiðið gongur aftur til Føroya Fróðskaparfelag, sum varð stovnað í 1952. Tað hevur samstundis verið ein ambitión at undirvísa og útinna gransking á hægsta altjóða stigi.
Seinast er hetta staðfest í lógini fyri Fróðskaparsetur Føroya frá 2012.
Slíkt virksemi - á “hægsta altjóða stigi” - letur seg einans gera, um Fróðskaparsetrið samstarvar við onnur universitet, og um granskarar á Fróðskaparsetrinum taka lut í altjóða gransking og skriva vísindaligar greinir í altjóða tíðarrit, tað vil siga á enskum. Enskt er lykilin til altjóða vísindaligt samskifti og samstarv. Hvussu røkka vit báðum?
Ein av granskarunum, sum metti um mína ph.d.-umsókn á sinni, var týskari búsitandi í Danmark. Tá eg seinni møtti honum á einari ráðstevnu, og hann fekk at vita, at eg skrivaði ritgerðina á føroyskum, ógvaðist hann við og helt, at pengarnir vóru mest sum burturspiltir. At vera føroyingur er við hvørt sum at vera føddur inn í eina verkætlan, sum fyri fólk uttan fyri Føroyar tykist meiningsleys. Í Føroyum er verkætlanin neyðug og full í meining. Men tað er eisini so, at tað krevur sítt at krevja føroyskt, og eitt føroyskt vísindamál kemur ikki av sær sjálvum.


Vísindamál og málpolitikkur
Tað finst eingin “natúrlig” menning av einum máli. Enskt er heimsmál, tí bretar løgdu stóran part av heiminum undir seg. Føroyskt verður bara ment og hildið við líka sum vísindamál, um vit – tilvitað – brúka føroyskt í vísindaligum høpi.
Tað enska málið, sum verður brúkt á akademiskum stigi í dag, er eitt serligt lingua franca-enskt, sum eyðkennir altjóða granskingarumhvørvið. Tað er eitt mál, sum ger tað lætt at samskifta vísindaliga. Tað er ikki sama enska mál, sum bretar og amerikanarar brúka sínámillum ella í bókmentum, og tað verður ongantíð rættiliga okkara mál, einans eitt amboð.
Eitt føroyskt vísindamál eigur at røkja somu neyvu uppgávu sum vísindamál yvirhøvur, men av tí, at vit duga føroyskt á øllum hugsandi stigum, kunnu vit lættliga leggja afturat, menna og mýkja tað. Tað er í lagi at brúka enskt, og vit skulu brúka enskt, men tað er ikki í lagi, um vit meiri ella minni ótilvitað gevast við at brúka føroyskt í vísindaligum høpi.
Málpolitikkurin, sum nú verður samtyktur á Fróðskaparsetrinum, fer at tryggja dygdargóða málnýtslu yvirhøvur, men serliga - og fyrst og fremst - tryggja føroyskt í undirvísing og gransking.
Ein endalig samtykt er ikki gjørd í leiðsluni enn, men burtur úr fyrireikingunum ber til at nevna, at undirvísing á enskum verður avmarkað til skeið hjá lærarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, og skeið, sum vegna altjóða samstarv mugu haldast á enskum. Granskarar verða eggjaðir til at skriva vísindaliga á føroyskum eins væl og á enskum. Tað krevur, at undirtøkan fyri Fróðskaparriti og vísindaligum útgávum á føroyskum verður styrkt. Støðið undir málpolitikkinum er sjálvsagda hugsanin um, at føroyskt er málið á – og málið hjá – Fróðskaparsetrinum.
Málpolitikkurin skal sostatt tryggja, at vit bæði verða altjóða og vita, út frá hvørjum vit arbeiða, og hví Fróðskaparsetrið er til.

Tíðargreinin stóð fyrstu ferð á prenti 10. juli 2020 í Sosialinum