University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
FF_flag.jpg
15.03.2019

Fróðskaparsetrið søkir rektara

Starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður nú lýst leyst. Nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. september í ár, og starvstíðin er fimm ár.

Starvsskeiðið hjá verandi rektara á Fróðskaparsetrinum gongur út 1. september, og nú verður starvið lýst leyst at søkja.

Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.

Nýggi rektarin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika til útbúgvingar- og granskingarøkið. Viðkomandi skal hava sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari.

Rektarin skal dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum saman við leiðslu og stýri. Dentur verður lagdur á undirtøku innanhýsis og samstarv við altjóða granskingar- og útbúgvingarstovnar, vinnulív og samfelag annars.

Umsóknarfreistin er 1. mai 2019, og rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.


Starvslýsingin kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    ES-kommisserurin á UArctic: - Hetta er órættvíst!

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett