Fróðskaparsetrið søkir rektara
Starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður nú lýst leyst. Nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. september í ár, og starvstíðin er fimm ár.
Starvsskeiðið hjá verandi rektara á Fróðskaparsetrinum gongur út 1. september, og nú verður starvið lýst leyst at søkja.
Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.
Nýggi rektarin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika til útbúgvingar- og granskingarøkið. Viðkomandi skal hava sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari.
Rektarin skal dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum saman við leiðslu og stýri. Dentur verður lagdur á undirtøku innanhýsis og samstarv við altjóða granskingar- og útbúgvingarstovnar, vinnulív og samfelag annars.
Umsóknarfreistin er 1. mai 2019, og rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.
Starvslýsingin kann lesast her.
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...