Tað, sum fyrr var Science Fiction, er nú veruleiki. Vitlíki (Artificial Intelligence; AI), maskinlæring (Machine Learning) og lutanet (Internet of Things; IoT) eru áhugaverd dømi um STEM-øki, ið hava týdning fyri borgarar og samfeløg - og fara, sum frá líður, at fáa enn meiri ávirkan
Hans Pauli Joensen, vararektari á Fróðskaparsetri Føroya og dekanur á Náttúruvísindadeildini
25.08.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið styrkir vitanarsamfelagið

Sum universitet landsins skal Fróðskaparsetrið veita dygdargóðar hægri útbúgvingar, fremja dygdarmikla gransking og veita almannagagnliga tænastu, sum føroyska samfelagnum tørvar

Fróðskaparsetur Føroya er eitt av heimsins yngstu universitetum. Virksemið byrjaði í 1965. Í 1990 varð stovnurin við løgtingslóg skipaður sum universitet.

Sum á øðrum universitetum er gransking og hægri útbúgving kjarnuvirksemið á Fróðskaparsetrinum. Hesi bæði hanga óloysiliga saman á universitetum. Arbeiði hjá granskarunum kveikir áhuga og forvitni hjá teimum lesandi. Tað er greitt fyri øllum framkomnum samfeløgum, at íløgur í gransking og hægri útbúgving eru millum bestu íløgur í framtíðina. Í hesi grein fari eg at halda meg mest til útbúgvingarliga partin.

Yrkisleið í Føroyum
Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru við til at stimbra okkara unga ættarlið til at velja eina yrkisleið í Føroyum. Tey vera við til at menna og nútímansgera samfelagið, soleiðis at tað gerst alsamt meira kappingarført millum onnur vitanarsamfeløg – m.a. tá ræður um at hava dugnalig fólk í bæði privata og almenna geiranum.

Sum nakað serstakt fáa lesandi á Fróðskaparsetrinum føroysk viðurskifti og áhugamál tikin við í sína útbúgving, m.a. gjøgnum gransking, ið undirvísararnir arbeiða við. Tað hvessir áhugan hjá teimum fyri eini yrkisleið í Føroyum. Tað er í hesum høpi áhugavert, at meginparturin av teimum, sum taka yvirbygning uttanlands oman á bachelorútbúgvingar frá Fróðskaparsetrinum, velja at flyta aftur til Føroya.

Altjóðagerð
Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru skipaðar eftir evropiskum leisti (Bologna-skipanin). Tí kann gerast møguligt hjá lesandi frá øðrum universitetum t.d. at taka partar av síni útbúgving á Fróðskaparsetrinum – serliga á masterstigi. Hetta kann skapa grundarlag fyri einum altjóða lestrarumhvørvi í Føroyum. Eisini ber til at skipa fyri, at lesandi á Fróðskaparsetrinum taka partar av síni útbúgving á universitetum uttanlands. Fleiri dømi eru um tað.

Ein liður í altjóðagerðini er at tryggja flytføri hjá lesandi millum universitet. Annar táttur er at fáa dugnalig vísindafólk við hollum royndum úr útlondum í størv á Fróðskaparsetrinum. Hetta kann m.a. vera viðkomandi, tá nýggj fakøki skulu setast í gongd og mennast.

Mítt ábyrgdarøki á Fróðskaparsetrinum fevnir um náttúruvísindi og tøkni – tað er tann parturin av virkseminum, ið Náttúruvísindadeildin varðar av. Av og á seta vit nýggjar útbúgvingar á skrá, eins og nýggj granskingarevni tí samsvarandi verða tikin upp. Á náttúruvísindaliga og tøkniliga økinum vísir tað seg tá mangan, at best skikkaðu umsøkjarar til vísindastørv koma frá útlendskum vísindafólkum.

Á Náttúruvísindadeildini er í dag eitt rímiliga altjóða merkt starvslið við sjey ymiskum tjóðskapum.

Læknafrøði á Fróðskaparsetrinum í sjeytiárunum
Fleiri munnu hava gloymt ella kanska ikki vitað av, at læknavísindi hava verið við í útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Her eitt lítið søguligt innslag.

Náttúruvísindadeildin varð sett á stovn í 1972 sum onnur deildin eftir Føroyamálsdeildina. Byrjað varð við eini tvey-ára náttúruvísindaligari støðisútbúgving, ið gav atgongd til framhaldslestur við ávís donsk universitet við góðskriving fyri lesturin á Náttúruvísindadeildini.

Í tíðarskeiðinum 1974-1978 var, umframt hesa tvey-ára náttúruvísindaligu støðisútbúgvingina, eisini møguligt at taka eina tvey-ára læknavísindaliga støðisútbúgving, ið sambært góðskrivingaravtalu varð góðkend til framhaldandi læknalestur á Odense Universitet (nú Syddansk Universitet).

Læknar og yvirlæknar, sum arbeiddu í føroyska heilsuverkinum, undirvístu í læknafrøðiligum evnum. Onkrir núverandi føroyskir læknar byrjaðu sína útbúgving á Fróðskaparsetrinum í sjeytiárunum.

Samstarv í Føroyum hevur týdning
Í strategiætlanini hjá Fróðskaparsetrinum verður dentur lagdur á at samstarva við onnur fyri at stimbra og styrkja lestrarumhvørvið.

Í Føroyum fer fjølbroytt virksemi fram á stovnum og virkjum bæði í privata og almenna geiranum. Nógv av virkseminum krevur fólk við góðum útbúgvingum, harímillum universitetsútbúgvingum. Hesi geva í fleiri førum íkast sum undirvísarar og vegleiðarar í útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Hetta gevur lesandi enn betri innlit í gransking og virksemi, ið fer fram á teirra fakøki her í landinum og stimbrar til samstarv millum Fróðskaparsetrið og onnur, t.d. tá lesandi skulu gera sínar serritgerðir. Í arbeiðinum við serritgerðini kunnu tey verða við til at loysa uppgávur ella avbjóðingar, sum stovnar og virki munnu hava.

Dentur verður lagdur á hesi samstørv á m.a. øllum útbúgvingum á Náttúruvísindadeildini – eitt nú innan lívfrøði, havfrøði, alivinnu, kunningartøkni og orku. Hesi samstørv hava ikki bert týdning fyri Fróðskaparsetrið, men eisini fyri stovnarnar og virkini, ið vilja hava dugnalig fólk í arbeiði. Í fleiri førum verða hesi lesandi seinni sett í starv, har tey hava samstarvað um serritgerðina. Eitt samstarv, har báðir partar vinna, og sum styrkir okkara vitanarsamfelag.

STEM á Fróðskaparsetrinum
STEM er ein stytting fyri Science, Technology, Engineering og Mathematics. Tað vil siga, at tað fevnir um náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði.

Hollur førleiki á hesum økjum – eisini tvørfakliga - hevur alsamt størri týdning fyri framgongd og kappingarføri hjá einum og hvørjum samfelag. Evnisøkini eru grundleggjandi fyri at skilja samanhangir í náttúruni í smáum sum stórum. Tak eitt nú avbjóðingarnar, ið heimurin hevur við veðurlagsbroytingunum og avleiðingum av teimum.

Hesi fakøki eru – bæði hvør sær og saman - grundarsteinar undir menning av nýggjum hentleikum, nýggjum amboðum, nýggjum loysnum og nýggjum skipanum, ið alt samalt ávirkar okkara gerandisdag.

Tað, sum fyrr var Science Fiction, er nú veruleiki. Vitlíki (Artificial Intelligence; AI), maskinlæring (Machine Learning) og lutanet (Internet of Things; IoT) eru áhugaverd dømi um STEM-øki, ið hava týdning fyri borgarar og samfeløg - og fara, sum frá líður, at fáa enn meiri ávirkan.

Við hesi tøkni verða eitt nú handlig arbeiði flutt frá menniskjum til tólmenni og telduskipanir. Eitt av endamálunum er effektivisering. Tørvurin á vitanartungum størvum veksur.

Og tað gongur skjótt.

STEM og íverkseting hoyra saman

Skipanir, amboð og loysnir, sum eina tíð eru avgerandi, kunnu lutfalsliga skjótt gerast týdningarleys og burtur. STEM og íverkseting fylgjast. Nýggir marknaðir vinna fram, og aðrir hvørva. Dømini eru mong. Eitt framkomið internet og øktir møguleikar við talgildingum hava sín týðandi leiklut. Netflix og aðrar stroymingartænastur hava t.d. trokað videoútleiging heilt av marknaðinum; fototól frá vælkenda Kodak, sum brúkti fotofilmstøkni, hvurvu, tá talgild fototól vunnu fram; Uber bjóðar hýruvognsvinnuni av í fleiri londum o.s.fr.

STEM er partur av fjøltáttaða virkseminum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Framkomin samfeløg sum tað føroyska hava tørv á borgarum við STEM-førleikum. Hesi evnisøki eiga í roynd og veru at raðfestast – á ymiskan og hóskandi hátt - heilt frá barnagarðsstigi til universitetsstig, so allir borgarar í Føroyum og harvið alt samfelagið eru væl brynjað til framtíðar avbjóðingar og møguleikar.

Tíðargreinin stóð upprunaliga á prenti í Sosialinum 30. juli 2020