Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul
Fróðskaparsetur Føroya útvegaði í 2025 tilsamans 29,3 milliónir krónur í granskingarstuðli úr føroyskum og útlendskum grunnum og fíggingarkeldum. Vøksturin er 68 prosent samanborið við 2024, og hetta er størsta upphæddin, sum Setrið higartil hevur skaffað til gransking í einum ári
Nýggj tøl vísa, at granskarar á Fróðskaparsetrinum í alsamt størri mun megna at útvega fígging til granskingarverkætlanir úr grunnum bæði í Føroyum og uttanlands.
Í 2024 var hálið hjá Fróðskaparsetrinum 17,4 milliónir krónur, men í 2025 vaks upphæddin upp í 29,3 milliónir krónur. Tað eru 11,9 milliónir krónur meira enn árið fyri ella ein vøkstur upp á 68 prosent.
Serliga er tað stuðul úr grunnum uttan fyri Føroyar, sum ber stóra vøksturin, men eisini er tann játtaði stuðulin úr føroyskum grunnum og øðrum fíggingarkeldum vaksin.
Granskingarstuðul er ikki rakstrarjáttan
Tá ið tosað verður um fíggjarviðurskifti á Fróðskaparsetrinum, er umráðandi at skyna ímillum granskingarstuðul, sum verður fingin til vega til ávísar verkætlanir øðrumegin, og vanligu rakstrarjáttanina, sum Setrið fær á løgtingsfíggjarlógini hinumegin.
Tær 29,3 milliónir krónurnar eru sostatt ikki ein hækking av almennu rakstrarjáttanini til Fróðskaparsetrið, men fígging, sum granskarar sjálvir hava útvegað til granskingarverkætlanir frá øðrum keldum.
Slíkur stuðul er vanliga knýttur at ávísum verkætlanum og skal brúkast til tey endamál, sum stuðulin er játtaður til. Stuðulin kann ikki brúkast til vanligan rakstur, undirvísing ella aðrar uppgávur hjá universitetinum.
Talan er heldur ikki neyðturviliga um pening, sum allur verður útgoldin ella brúktur í sama ári. Granskingarverkætlanir kunnu – eins og útbúgvingar - fevna um fleiri ár, og stuðulin verður nýttur í samsvari við verkætlanargongdina.
Fleiri vísindastarvsfólk við granskingarskyldu
Nýggju tølini vísa eisini, at talið av vísindastarvsfólkum á Fróðskaparsetrinum er vaksið við fýra prosentum.
Í 2025 vóru 183 vísindastarvsfólk knýtt at Fróðskaparsetrinum, samanborið við 176 í 2024. Vøksturin stavar frá tí bólkinum av vísindastarvsfólki, sum hevur skyldu at granska, meðan talið er minkað av vísindastarvsfólki uttan granskingarskyldu.
Av teimum 183 vísindastarvsfólkunum høvdu 58 granskingarskyldu, samanborið við 48 árið fyri. Tølini vísa ikki fulltíðarstarvsfólk, tí fleiri arbeiða í brøki.
Vøksturin stavar einamest frá alsamt vaksandi talinum av ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum verða fíggjað við uttanhýsis granskingarstuðli. Frá 2020 til 2025 er talið av ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya vaksið við 68 prosentum.
Styrkir føroyska gransking
Vaksandi granskingarstuðulin gevur Fróðskaparsetrinum víðkaðar møguleikar at granska og seta nýggj fólk við. At menna nýggja vitan og luttaka í granskingarsamstørvum við útlendsk universitet og granskingarstovnar verður somuleiðis høgligari.
At granskarar á Fróðskaparsetrinum megna at fáa stuðul úr útlendskum grunnum er eisini týdningarmikil liður í strategiska arbeiðinum annars at styrkja altjóða støðuna hjá okkara universiteti.
Samstundis ber vøksturin góð boð um, at granskarar á Fróðskaparsetrinum megna at fáa fígging til sínar verkætlanir í tí altíð hørðu kappingini, sum er um at fáa hendur á granskingarstuðli.
Les meira um granskingina á Fróðskaparsetrinum og sí nýggju tølini her.