University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fróðskaparsetrið varpar ljós á javnstøðu í Arktis á Arctic Circle 2018
07.05.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Fróðskaparsetrið varpar ljós á javnstøðu í Arktis á Arctic Circle 2018

Í døgunum 8. -9. mai verður Arctic Circle hildið í Føroyum. Í hesum sambandi er Fróðskaparsetrið við til at skipa fyri plenumkjaki og sokallað break-out session um javnstøðu í Arktis.


Týsdagin 8. mai, kl. 14:30 – 15:15 verður pallborð, har kjakast verður út frá yvirskriftini “Gender Equality in the Arctic: Challenges and Situated Policies”. Sum ein liður í at skapa eitt burðardygt og mótstøðuført Arktis verða javnstøðuviðurskifti umrødd. Endamálið er at varpa ljós á javnstøðu í Arktis sum heild, og hvussu kvinnur og men uppliva broytingar í Arktis ymiskt.

Týsdagin 8. mai, kl. 15:30 – 16:45 verður breakout session við heitinum “Gender and Mobility: Integrating Gender Realities into Policy”. Her verður sjóneykan sett á kyn og flytføri í Arktiska økinum. Endamálið við at varpa ljós á flytføri er at vísa á, hvussu flytføri, antin tað eru frá-/tilflyting ella flytføri í sambandi við arbeiði, er tongt at kyni. Í einum globalum heimi, og ikki minst fyri fjarskotin samfeløg í Arktikska økinum, er flytføri alneyðugt. Tríggjar framløgur verða um flytføri og kyn umframt palborðskjak.

Leinki til skránna fyri Arctic Circle fæst HER

Nærri kunning fæst við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, erikah(at)setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun