03.02.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið við í gransking um antibiotika nýtslu og mótstøðuføri

Grein um antibiotika mótstøðuføri hjá hálsbrunaelvandi bakteriu (Streptokokkus pyogens,GAS).


Marita Debes Magnussen arbeiðir við eini ph.d.-verkætlan um antibiotika nýtslu og mótstøðuføri í føroyska samfelagnum, samanborið við Ísland og Danmark, sum er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Marita hevur nú saman við Shahin Gaini, Hannes Gislason og Karl G. Kristinsson útgivið eina vísindaliga grein um Streptokokkus pyogenes, vanliga nevnd group A streptokokkus (GAS). Henda bakteria er ofta atvoldin til hálsbruna.


Greinin kallast: “Antibacterial resistance in Streptococcus pyogenes (GAS) from healthy carriers and tonsillitis patients and association with antibacterial sale in the Faroe Islands”. Hon er útgivin í tíðarritinum Acta Pathologica Microbiologica et Immunologica Scandinavica.


Shahin Gaini (vegleiðari) er yvirlækni, ph.d., og serlækni í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini á Landssjúkrahúsinum. Shahin er knýttur at Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum sum adjungeraður lektari í ígerðarsjúkum (infektiónsmedisini). Karl G. Kristinsson (høvuðsvegleiðari) er professari og yvirlækni í kliniskari mikrobiologi á Háskóla Íslands og á íslendska ríkissjúkrahúsinum. Hannes Gislason, ph.d., er professari í kunningar- og samskiftistøkni á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum. Hannes hevur síðani 2014 samstarvað við Maritu, Shahin og Karl viðvíkjandi hagfrøðisligari dátugreining við R-forriti av úrslitum um antibiotikanýtslu og mótstøðuføri í hesi ph.d.-verkætlan.


Nærri um greinina og ph.d.-verkætlanina hjá Maritu Debes Magnussen kann lesast á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum:


http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2288&NewsItemID=23329