Annika Sølvará
18.06.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið við í norðurlendskum útbúgvingarsamtaki

Fróðskaparsetur Føroya er við í felagsnorðurlenskum útbúgvingarsamtaki, ið hevur fingið styrk frá Norðurlandaráðnum. Heitið á útbúgvingini er "Nordic Master in Marine Ecosystems", og er samskipað av Lærda Háskúlanum í Bergen. Fróðskaparsetur Føroya, Háskóli Íslands og Århus Universitet eru hinir partarnir í útbúgvingarsamtakinum.


Hendan útbúgvingin er ein av 6 nýggjum felagsnorðurlendskum útbúgvingum, ella sum tær nevnast á enskum: "Nordic Master programmes". Tilsamans høvdu 41 samtøk latið inn umsókn til Norðurlandaráðið, men einans 6 sluppu gjøgnum nálareygað, tá avtornaði. 

Samstarv við Fiskirannsóknarstovnun
Luttøkan í nýggju havvistfrøðiútbúgvingini er fingin í lag í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna. Tað er Bogi Hansen, havfrøðingur og leiðari á Umhvørvisdeildini á Fiskirannsóknarstovuni, ið hevur samskipað føroysku luttøkuna. 

Lærdi Háskúlin í Bergen kemur sum vera man at standa fyri tí mesta av undirvísingini, meðan Fróðskaparsetur Føroya kemur at taka sær av undirvísingini í Fiskivinnuhavfrøði. Tað verða starvsfólk av Fiskirannsóknarstovuni og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið koma at standa fyri undirvísingini.

Harumframt kemur Fróðskaparsetrið eisini at hýsa síðstaárslesandi, ið skriva master-ritgerð. Tær seks nýggju felagsnorðurlendsku útbúgvingarnar

  • Nordic Master Program in Gerontology (Jyväskylä) 
  • Innovative Information and Communication Technologies (Åbo) 
  • Nordic Master in Marine Ecosystems (Bergen) 
  • Nordic Master in Plant Pathology (København) 
  • Innovative sustainable Energy (Stockholm) 
  • The religious Roots of Europe (Århus) 

Fullfíggjað yvirlit yvir luttakandi stovnar