University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
makrelur (002).jpg
Brynhild Thomsen
05.02.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Fróðskaparsetur Føroya setir altjóða fiskilóggávu á breddan

Í september verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri stórari altjóða ráðstevnu um altjóða fiskilóggávu, har fremstu serfrøðingar í heiminum koma við sínum íkasti


10. og 11. september skipar Fróðskaparsetur Føroya saman við Háskúla Íslands og ávikavist lærdu háskúlunum í Tromsø og Utrecht fyri altjóða havrættarráðstevnu í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Talan er um eitt stórt átak við meira enn 30 av fremstu serfrøðingunum í altjóða fiskilóggávu og WTO-handilsrætti. Eisini er hetta týðandi liður í menningini av altjóðarættarligu undirvísingini á Fróðskaparsetrinum og tí samstarvi, sum Setrið knýtir við lærdar háskúlar úti í verð.

”Føroyar eru fiskivinnutjóð, og tí er púra náttúrligt, at Fróðskaparsetur Føroya eisini hevur ein týðandi leiklut í altjóðarættarligum málum sum teimum, ið verða viðgjørd á stóru ráðstevnuni í heyst. Og á henda hátt kunnu vit gera vart við okkum sum vitanardepil á hesum vísindaliga økinum, sum hevur so avbera stóran týdning fyri okkara búskap", sigur Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum.

Millum teir 32 røðararnar eru professarar í altjóða lóg úr Avstralia, Argentina, Japan, Korea, Vietnam, India, Kanada, Bretlandi, Fraklandi og USA. Eisini eru dómarar úr altjóða dómstólum og advokatar.

Lesið meira um ráðstevnuna, skránna og meldið tykkum til á nýggju heimasíðuni, sum verður virkin á middegi í dag á www.faroeislandsfisherieslawconference2020.com.

Millum tey, sum stuðla ráðstevnuna fíggjarliga, eru Føroya Reiðarafelag, Felagið Nótaskip, Fiskivinnuroyndir, Norðurlandaráðið, Háskúli Íslands og Lærdi háskúlin í Tromsø.

Nærri upplýsingar fáast frá Bjørn Kunoy, telefon 556129.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum