10.04.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparsetur Føroya er ein av stigtakarunum til ráðstevnuna POLSHIFT í Reykjavík viku 16

Heitið POLSHIFT er stuttheiti fyri enska: Poleward shifts in the pelagic complex, an effect of climate change. POLSHIFT ráðstevnan verður hildin á Hafrannsóknastofnun (Marine Research Institute of Iceland) frá 14. til 15. apríl 2015.


 

Endamál við POLSHIFT

Ráðstevnan POLSHIFT hevur sum endamál at savna saman áhugapartar, fólk frá fiskiídnaðinum og eina breiða fjøld av serkønum fólkum, sum arbeiða eitt nú við uppisjóvarfiskasløgum, genetikki, veiðufyrisiting og heimsfevnandi  veðurlagsbroytingum fyri at fyrireika framtíðar samstarv í samband við komandi stovnaútbreiðslu og veiðubýti av fiskasløgum so sum svartkjafti, sild, lodnu og makreli í Norðuratlantshavinum.

Umrøðuevni
Luttakararnir fara at tosa millum annað um viðkomandi evni, eitt nú broytingar í veiðukostnaði, tillaging av veiðuflotanum til nýtt tilfeingi og nýggj veiðumið, broytingar í lívssøgueyðkennum hjá  fiski, útbreiðsluøki, beitis- og gýtingarleiðir, genetiskan struktur og annars um tær ávirkanir, sum veðurlagsbroytingar møguliga fara at hava á vistskipanirnar í Norðuratlantshavinum. 

Tilfar og evni sum eru vælegnað til upptøku í serútgávuni: “ICES Journal of Marine Science on Atlantic Mackerel” av vísindaliga tíðarritinum: “ICES Journal of Marine Science”  eru serliga áhugaverd.

Fíggjarstuðlar
Ráðstevnan POLSHIFT er fíggjarliga stuðlað av AG-FISK, sum er ráðgevandi nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum (NMR). AG-FISK var sett á stovn í 2009 og hevur til endamáls at seta í verk granskingarpolitisku ætlanirnar hjá EK-FJLS (Nordisk Embedsmandskomité for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug) og NMR (Nordisk Ministerråd) fyri eitt nú fiskiveiðu og fiskaaling. AG-FISK er harafturat ein ráðgevandi vísindabólkur hjá  EK-FJLS og NMR.

 

Samskiparin av ráðstevnuni er:

Dr Christophe Pampoulie, Marine Research Institute Iceland

 

Vísindaliga stigtakaranevndin er:

Dr Guðmundur Óskarsson, Marine Research Institute, Iceland

Dr Sarah Helyar, Matís Ltd., Iceland

Dr Aril Slotte, Institute of Marine Research, Norway

Dr Jan-Arge Jacobsen, Faroe Marine Research Institute, Faroe Islands

Dr Horaldur Joensen, University of the Faroe Islands Faroe, Islands

Teunis Jansen, Greenland Institute of Natural Resources (GINR), Greenland

 

Meiri fæst at vita um ráðstevnuna á hesi slóð:
http://polshifts.neowordpress.fr/venue-and-hotel/