Chik Collins, rektari, skrivaði fyrstu tíðargreinina í summarrøð, sum leiðslan á Setrinum hevur í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum (Foto: Brynhild Thomsen)
Chik Collins
15.07.2020
Setrið Setursskrivstovan
Skriva út

Fróðskaparsetur Føroya – fyri Føroyar og føroyingar

Tað er týðuligt, at Setrið eisini í framtíðini fer at hava ein týdningarmiklan leiklut í føroyska samfelagnum

Eg havi ikki altíð arbeitt á universiteti. Eg havi arbeitt í byggivinnuni, handilsvinnuni og í miðlaheiminum. Eg havi eisini arbeitt í almennari fyrisiting, í einum bústaðarfelag og sum yrkistónleikari. Eg eri praktiskur av lyndi, og eg havi – sum føroyingar plaga at taka til – “pissað í saltan sjógv.”

Tað, at eg eri praktiskur, er í roynd og veru orsøkin til, at eg nú í nógv ár havi arbeitt í universitetsverðini. Sum týskt-amerikanski sálarfrøðingurin Kurt Lewin orðaði tað: “Tað er einki so praktiskt sum eitt gott ástøði,” og í dag er lítið, sum hevur størri praktiskan týdning enn tíðarhóskandi, vælútgjørdir hægri lærustovnar.

Tað er ikki bara eg, sum hugsi so. Í øllum londum, sum vit samanbera okkum við, skilja bæði stjórnir og fólk, hvussu avgerandi tað er, at alsamt fleiri borgarar fáa atgongd til hægri lestur, og at útbúgvingarnar – ígjøgnum granskingina – eru knýttar at framleiðslu av nýggjari og nyttuligari vitan.

Ongantíð hevur hetta verið greiðari enn nú. Og ongantíð havi eg verið meira sannførdur um týdningin hjá einum einstøkum universiteti, enn eg eg eri um tann týdning, ið okkara universitet, Fróðskaparsetur Føroya, hevur fyri føroyska samfelagið.

Tað man vera eyðsýnt fyri tey flestu, hví Setrið hevur so stóran týdning. Í strategiskjalinum Fróðskaparsetur Føroya – Mál og mið (2014-2024) vóru fleiri av høvuðsorsøkunum staðfestar, og eg skal bara nevna nakrar fáar av teimum her.

Í altjóða høpi hóttir veðurlagskreppan framvegis, og tørvurin á burðardygd í øllum tættum er átrokandi. Fleiri og fleiri viðurkenna, at talan er um eina vanlukku, sum krevur snarligt altjóða aftursvar. Vit mugu laga okkum eftir broyttu umstøðunum, og vit mugu gera okkara part fyri at sleppa undan ringastu avleiðingunum. Slíkt krevur útbúnar borgarar, borgarar, ið eru upplýstir við bestu og nýggjastu granskingini og førir fyri virkið og praktiskt at gera sítt besta fyri at skapa eina betri – og liviligari – framtíð. Universitet hava ómetaliga stóra ábyrgd í hesi tilgongdini.

Vit standa eisini við einum arbeiðsmarknaði, ið broytist skjótt og ógvusliga. Tøkni og tólmenni broyta størv og vinnugreinar, og starvsfólk verða noydd at laga seg og flyta seg. Samfelagið hevur tørv á útbúnum borgarum, sum vilja læra alt lívið, og sum hava serstakar førleikar, sum júst er aðalmerkið hjá hægri útbúgvingum. Slíkir borgarar verða førir fyri at spyrja rætt og svara væl, laga seg og seta í verk, leiða, síggja framtíðina og geva sítt íkast til ta burðardyggu búskaparligu og samfelagsligu menning, ið okkum tørvar.

Korona-farsóttin hevur gjørt avbjóðingarnar enn týðuligari. Føroyingar hava higartil megna støðuna væl, men aðrastaðni í heiminum hevur tað ikki gingið eins lætt. Farsóttin – og stríðið at steðga henni – hevur havt stórar avleiðingar og fer ivaleyst at hava ógviliga stór langtíðarárin. Núverandi rák verða styrkt, og nýggj rák stinga seg upp. Búskapir og samfeløg fara at broytast munandi, vit vita ikki enn hvussu, men í framtíðini fara vit uttan iva at tosa um heimin áðrenn og aftaná Covid-19.

Tað hevur verið eggjandi at sæð tað arbeiðið, sum Setrið og starvsfólk á Setrinum hava gjørt í samband við Covid-19. Í samstarvi við aðrar lyklapersónar í føroyska samfelagnum reageraðu starvsfólkini á Setrinum skjótt og positivt og vístu, at tey megnaðu at brúka sín serkunnleika til nýggju avbjóðingarnar í broyttu støðuni og at samskifta við bæði myndugleikar og almenningin. Tey styrktu almennu myndina av Setrinum og vístu týdningin, ið Setrið hevur í føroyska samfelagnum. Tað vil eg rósa teimum fyri.

Føroyska landsstýrið og føroyska samfelagið eiga eisini rós uppiborið fyri at vilja lurta eftir tí kunning og fylgja teimum ráðum, sum serfrøðingarnir komu við. Her í Bretlandi, haðani eg sendi hesa heilsan, má eg bara staðfesta, at høvdu bretar duga líka væl at lurta og fylgt ráðum sum føroyingar, so hevði støðan verið ein onnur, og fleiri mannalív høvdu verið spard.

Tað sær út til, at ein ítøkiligur og virðismikil fyrimunur við at vera eitt lítið samfelag sum Føroyar er ein góður dynamikkur millum vælútbúnar borgarar, vælútgjørdar granskarar við góðum sambondum og eina atkomiliga politiska skipan. Tað hevur týdning fyri framtíðina, at vit skilja hendan góða dynamikkin og styrkja hann. Og tað er týðuligt, at Setrið eisini í framtíðini fer at hava ein týdningarmiklan leiklut í føroyska samfelagnum.

Fróðskaparsetur Føroya hevur ment seg nógv tey seinastu árini. Tað er millum annað fyrrverandi stjórum fyri at takka. Men tað er framvegis nógv, sum má gerast, skal Setrið megna tey krøv og tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

Fyri stuttum samtykti Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya at dagføra Strategisku ætlanina 2020-2024. Í dagførdu strategiini verður staðfest, at vit í 2024 skulu vera komin langt. Fyrstu fetini fram ímóti málinum er longu sett í verk, og vit eru takksom fyri, at landsstýrið vil stuðla hesi menningargongd.

Vit styrkja fyrisitingina á Setrinum fyri at skapa eitt meira samanhangandi, tíðarhóskandi og framkomið universitet. Vit hava sett á stovn eina nýggja góðskueind og eina nýggja granskingar- og framtakseind, sum báðar verða skipaðar undir leiðslu av hvør sínum prorektara (tveir av núverandi dekanunum). Eindirnar skulu tryggja og styrkja dygdina í okkara útbúgvingarskipanum í samsvari við Bologna-tilgongdina, og eindirnar fara eisini at økja um okkara granskingarorku.

Vit hava sett okkum greið mál fyri útbúgving og gransking, og vit fara at tryggja okkum, at vit hava álítandi hagtøl og vitan til at máta og meta um gongdina. Vit taka okkum praktiskt av teimum leiðsluavbjóðingum, sum eru, eisini teimum, ið eru gamlar og rótfestar. Og vit stuðla starvsfólkum at finna nýggjar hættir at gera sítt besta, vit eftirmeta, um vit gera tað rætta á besta hátt, vit bøta um samskifti, vit styrkja samstørvini og mangt annað.

Í øllum hesum leggja vit dent á at vera Fróðskaparsetur Føroya – fyri Føroyar og føroyingar. Vit raðfesta okkara ábyrgd at verja og menna føroyska málið og føroysku mentanina. Hetta er ein ábyrgd, ið vit taka í fullum álvara, saman við tí breiðu og altíð praktisku ábyrgdini at arbeiða fyri burðardyggari búskaparligari, samfelagsligari og mentanarligari menning.

Tær næstu vikurnar fara starvsfelagar á Setrinum at hava greinar í hesum blaði (vikuskiftislaðið hjá Sosialinum, red.) um tey lyfti og tær raðfestingar, sum vit hava sett út í kortið í okkara nýggju strategisku ætlan. Hesir høvundar halda, eins og onnur starvsfólk á Setrinum, at tíðarhóskandi og vælútgjørdir hægri lærustovnar hava heilt avgerandi praktiskan týdning í dagsins samfelag og í framtíðini, og at fá universitet hava so ítøkiligan og serligan týdning fyri teirra samfelag sum okkara universitet, Fróðskaparsetur Føroya.

Hendan tíðargreinin stóð í Sosialinum 26. juni