University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MTD Og Frodskapur 09.09.2024

Uni Johannesen frá Máltøknideplinum og Annika Sølvará frá Fróðskapi skriva undir avtalu

10.09.2024
Fróðskapur

Fróðskapur og Máltøknidepilin skriva undir avtalu

Máltøknidepilin á Setrinum og forlagið Fróðskapur hava skrivað undir eina avtalu, sum hevur við sær, at tekstir, sum Fróðskapur gevur út, kunnu brúkast til at menna føroyska máltøkni.

Avtalan er liður í verkætlanini Miklamálgrunninum, sum hevur til endamáls at savna saman stórar mongdir av føroyskum teksti til ymisk endamál. Hesin tekstagrunnurin kann t.d. verða brúktur til at menna máltøknilig amboð fyri føroyskt og í sambandi við gransking av føroyskum máli.

Forlagið Fróðskapur hevur í nógv ár givið út føroysk vísindalig verk og bøkur. Við hesi avtaluni letur Fróðskapur Máltøknideplinum tilfar, sum í orðfeingi, málburði og viðgjørdum evnum ríkar um tekstagrunnin. Slíkar avtalur tryggja, at menningin av føroyskari máltøkni er grundað á breitt og fjølbroytt tilfar, har serligur dentur verður lagdur á føroyskar orðingar, setningar og fjølbroytta málnýtslu.

Annika Sølvará, stjóri fyri Fróðskap, sigur soleiðis um avtaluna:

- Forlagið Fróðskapur tók í 2005 yvir útgávuvirksemið, sum Fróðskaparfelagið stóð fyri frá stovnanini í 1950'unum til 2005. Eitt av høvuðsmálunum hevur verið at menna føroyskt vísindamál.

- Seinastu árini hava vit víðkað okkara virksemi við einum talgildum palli. Vit fegnast um at kunna loyva Máltøknideplinum at brúka talgildar útgávur hjá Fróðskapi til at menna máltøkniamboð okkum øllum at frama.      

Máltøknidepilin er í holt við at fáa fleiri slíkar avtalur í lag við onnur forløg og útgevarar, soleiðis at Miklamálgrunnurin verður so umboðandi sum gjørligt, føroyskum máli og føroyingum at gagni.

Tilfarið, sum Fróðskapur hevur givið Máltøknideplinum loyvi at brúka, er at finna á ojs.setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið