Hóraldur Joensen, Náttúruvísindadeildin
30.06.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Full gagnnýtsla av fiskarestrávørum

Fróðskaparsetur Føroya hevur luttikið virkið í norðurlendskari protein-granskingarverkætlan, hvørs endamál er styrkja kappingarføri í fiskahávirðisvinnuni.


Endamálið við verkætlanini var at styrkja kappingarførleikan hjá fiskiídnaðinum við ídnaðardrivnari gransking. Bæði verandi og foredlaðir ingrediensar úr restrávørum frá flakavirkjum og øðrum fiskaprocesserandi ídnaði vóru kannaðir og mettir, um teir vóru egnaðir til framleiðslu av serfløkum av gadoidum fiskum eins og til emulsiónsgrundaðar føðsluvørur. Umframt at kanna eginleikar og framkomna nýtslu av restrávørum, so var serligur dentur lagdur á góðsku og framleiðslu av fiskaprotein-isolatum (FPI), fiskaprotein-hydrolysatum (FPH), homogeniserað fiskaprotein (HFP) og gelatin.

 

Restrávøran frá fiskaframleiðsluídnaðinum hevur fjøltáttaðar eginleikar og er grundarlag fyri úrvinning av ymiskum ingrediensum og nýtslumøguleikum. Verkætlanin hevur víst, at tað er møguligt at økja um virðið av process-vatni, restrávørum og ógagnnýttum ella lítið-gagnnýttum fiskasløgum. Harafturat hevur verkætlanin víst, hvussu dygdir og virði av fiskafarsi, sum ingrediensi, kann betrast, eins og víst effektina av protein-ingrediensum á flak av gadoidum fiskum (toskur, hýsa, seiður, brosma) eins og ávirkanina á mylkingarngrundaðar (emulsiónbaseraðar) úrdráttir. Nýtsla av fiskaproteinum, sum ingrediensar í processering av fiskaflakum, bøttu munandi um endaliga úrdráttin við millum øðrum minni vætutapi og hægri úrtøku. Uppíblanding av fiskaproteinum í mylkingargrundaðar úrdráttir høvdu ávirkan á ymiskar funktionellar eginleikar. Greiðar ábendingar um antioxidativar og bioaktivar eginleikar av FPH vóru funnar. Granskingin vísti, at evnaúrdraging (ekstraktión) av gelatin frá kaldsjóarfiskasløgum við rúmtemperaturi gav so høga gel-styrki, at nýtslumøguleikarnir fyri kaldsjóarfiskagelatin vóru munandi øktir.

 

Framhaldandi specifikkatión og dokumentatión av restrávørum og framleiðsluprocessum er alneyðug fyri produktión og commercialisering av fiskaprotein-ingrediensum. Uttan hesa vitan er tað trupult at tvíhalda um fyrimunir av ingrediens-tilseting í mun til siðbundnar úrdráttir. Úrval av restrávørum og dokumentatión av gagnligum heilsuárinum fyri at stuðla heilsuframsetingum eru av alstórum týdningi. Loksins, so áttu standardiseraði protein produktir til ávísar matvørur at verðið ment.

 

Verkætlanarfrásøgn var liðug fyri ári síðani og løgd út á heimasíðuna hjá Nordic Innovation Centre. Frásøgnin er vælaverk, tó lítið umrødd og lítið kend her á landið. Høvuðsheiti á rapportini er: ”Maximum resource utilisation – value added fish by-products”. Undirheitini eru: 1. Development and evaluation of ingredients from rest raw materials in the processing industry. 2. Ingredients with specific functional propterties base on the demands from the market and the industry. 3. Improved competitiveness of the fish industry.

 

Ein av rithøvundunum er Jonhard Eysturskarð, ið var tengdur at Granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni. Tá hesin Granskingarkjarnin flutti á Náttúruvísindadeildina, fylgdi Jonhard við. Meginpartin av arbeiðstíðini í samband við PhD-verkætlan sína, var hann tó í Tróndheimi. Hinir rithøvundarnir eru: Sigurjon Arason, Magnea Karlsdottir, Thora Valsdottir, Rasa Slizyte, Turid Rustad, Eva Falch, og Greta Jakobsen.

 

Nordic Innovation Centre stuðlaði verkætlanina við 3 mill. Dkr.