11.04.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Fult teknað til ráðstevnu um sálarheilsu hjá ungum

Stórur gravgangur er eftir at sleppa á ókeypis ráðstevnuna, sum verður í Kongshøll um sálarheilsu hjá ungum, og tí verða fleiri atgongumerki nú at fáa. GG: Nú er fult teknað

Hósdagin 20. apríl klokkan 13:00 verður ráðstevna á Fróðskaparsetrinum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn undir heitinum, Sálarligir trupulleikar hjá ungum: Hvat er tað, sum bagir?

Ráðstevnan setur sjóneykuna á tey viðurskifti, ið kunnu ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum. Sambært fleiri granskarum er sálarligi trivnaðurin hjá ungum í støðugari afturgongd, hóast ungdómurin í dag søguliga neyvan hevur havt betri fortreytir fyri at støðast í lívinum.

Men hvat er tað, sum bagir?

Framløgufólk verða m.a. Ole Jacob Madsen, sálarfrøðingur, heimspekingur og professari, Hermundur Sigmundsson, sálarfrøðingur og professari, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Monika Mohr, kandidatur í heilsufremjan.

Teknið tykkum til ráðstevnuna her.