Fróðskaparsetrið
27.01.2010
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Fundur fyri lesandi og starvsfólk

Almennur kunningarfundur um bygnaðar- og strategitilgongdina á Fróðskaparsetrinum verður fyri øll lesandi og starvsfólk í Læraraskúlahøllini mikudagin 27. januar kl. 13.00-15.00.


Tann 1. august 2008 vórðu gamla Fróðskaparsetrið, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdir saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya. Í hesum sambandi virka stovnarnir sambært eini nýggjari lóg og undir einum stýri og nýggjum leiðsluhátti.

 

Sum ein náttúrlig fylgja av hesum er neyðugt at endurskoða strategiirnar og bygnaðirnar, og hevur stýrið tí góðkent tveir arbeiðssetningar, sum snúgva seg um ávikavist arbeiðið við strategi og bygnaðarligu møguleikarnar á Setrinum. Ætlanin, sum stýrið hevur við at seta strategi- og bygnaðartilgongdina í verk, er, at øll starvsfólk og lesandi skulu vera við til at smíða okkara framtíðar visjón og strategi og harvið eisini hava ávirkan á, at Setrið kann tillaga og gagnnýta tilfeingið betur enn áður - ein væl samskipaðan bygnað, øktar møguleikar fyri tvørgangandi undirvísing og gransking, eina samskipaða fyrisiting, umframt sum frá líður at skapa eitt veruligt felags lestrarumhvørvi.

 

Á deildunum og skúlunum hevur í seinastuni verið arbeitt við hesum evnum, og í hesum sambandi verður ein almennur kunningarfundur um bygnaðar- og strategitilgongdina á Fróðskaparsetrinum fyri øll lesandi og starvsfólk í Læraraskúlahøllini mikudagin 27. januar kl. 13.00-15.00.