20.09.2022
Setrið
Skriva út

Fylg við Vísindavøkuni á stroymi

Vísindavøkan 2022 byrjar í Løkshøll í Runavík fríggjamorgunin 23. september kl. 8.15 við 19 framløgum og ársins miðlaheiðuri

Granskingarráðið boðar frá nøkrum broytingum í skránni, sum er kunngjørd:

Framløgurnar hjá Mariu Skaalum Petersen og Magna Mohr eru býttar um, so Magni Mohr hevur framløguna Hví møðast vit av kropsligum arbeiði? Paradigmuskifti í 100 ár klokkan 13:20, og Maria Skaalum Petersen heldur sína framløgu, COVID-19 og andevni yvir tíð, klokkan 9:20.

Framløgan hjá Evu Kjæld Hansen um Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum er flutt fram til klokkan 9:40.

Framløgan hjá Karin Jóhonnu L. Knudsen við heitinum At klára seg sjálva - Føroyskar konur seta orð á, hvat eyðkennir flyting hjá føroyskum konum millum Føroyar og Danmark er avlýst vegna forfall.

Øll eru vælkomin í Løkshøll til framløgurnar. Til ber eisini at fylgja við á netinum.

Skráin og leinki til stroyming sæst her