University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sóley_Sólgerð_Eyvør (2).jpg

Fríggjadagin 28. januar vardu Sóleyð Sjúrðaberg, Sólgerð Hvidbro og Eyðvør Tausen Olsen sínar masterritgerðir í heilsuvísindum. Vikuna frammanundan stóð Hansina Debes sítt MA-prógv, somuleiðis í heilsuvísindum

Brynhild Thomsen
01.02.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Fýra fingið MSc-prógv í heilsuvísindum

Síðst í januar fingu vit fýra nýggj heilsuvísindastarvsfólk frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Hansina Debes vardi 21. januar sína masterritgerð í heilsuvísindum. Ritgerðin eitur "Unge og Alkohol – Undersøgelse af alkoholforbrug og alkoholvaner blandt 9. klasse elever i den færøske forkeskole: ESPAD 2019". Hetta var ársins fyrsta heilsuvísindaliga verja.

Hansina Debes, sum her stendur millum Janus Vang, próvdómara, og Annu Sofíu Veyhe, vegleiðara, hevur í starvi sínum á Landssjúkrahúsinum tikið ímóti ungum niður í 13-14 ára aldur, sum hava verið dýrandi full. Tað var í tí sambandi, at áhugin fyri evninum í ritgerðini spratt.

Fjóðra hvørt ár luttaka allir 9. floks næmingar í European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), sum Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu skipar fyri, seinast 2019. Við støði í hesum dátum kannaði Hansina, hvussu nógvir næmingar upplýsa, at tey hava drukkið rúsdrekka seinasta mánaðin, og hvussu mong hava "binge"-drukkið, sum merkir at drekka meira enn fimm alkoholeindir í senn ella í einum.

Úrslitið vísti, at 80 prosent af næmingunum høvdu smakkað rúsdrekka minst einaferð í lívinum, og 38 prosent høvdu roynt tað minst einaferð seinastu 30 dagarnar. Tilsamans høvdu 34 prosent drukkið minst fimm eindir í senn í minsta lagi einaferð seinasta mánaðin.

Um tey ungu vóru nógv úti um kvøldarnar og høvdu ta fatan, at ein veitsla bleiv betri, og teimum dámdu rúskensluna, so var størri møguleiki fyri, at tey drukku. Var sambandið hinvegin gott við mammuna, og mamman eisini vísti strangan hugburð til rúsdrekka og ikki góðtók, at tey ungu drekka, so virkaði tað fyribyrgjandi. Rúsdrekkavanarnir høvdu eisini aðrar grundir, men hesar vigaðu tyngst, vísti kenningin.

28. januar vóru so tríggjar aðrar MSc-verjur, tá ritgerðirnar hjá Sóleyð Sjúrðaberg, Sólgerð Hvidbro og Eyðvør Tausen Olsen skuldu vigast.

Á ovastu myndini eru allar tríggjar avmyndaðar, meðan her standa Sóleyð og Sólgerð við vegleiðaranum, Ásu Róin, millum sín. Vegleiðari hjá Eyðvør Tausen Olsen var Anna Sofía Fjallheim, sum tíverri mátti vera talgilt til staðar orsakað av sóttarhaldi.

Vit ynskja teimum øllum fýra hjartaliga til lukku við MA-prógvunum í heilsuvísindum!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum