10.05.2018
Námsvísindadeildin
Skriva út

Fýra úrtøkur frá skeiðinum Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla

Í linjugreinini "Námsfrøðilig Leiðsla” til námsfrøði- og læraralesandi á Námsvísindadeildini er eitt skeið á 15 ECTS júst endað, ið bar heitið "Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla".


Endamálið við skeiðinum var, at tey lesandi út frá ástøðiliga tilfarinum á skeiðinum, og møguliga egnum royndum í starvslæru hjá leiðara, skuldu duga at meta um, hvat tey halda vera týdningarmikið at seta á dagsskránna innan námsfrøðiliga leiðslu, starvsfólkaleiðslu og strategiskari leiðslu í skúla, dagstovni ella serstovni.

Ein partur av skeiðinum var somuleiðis ein kanningarferð til London, har tað í hesum árum verður lagdur stórur dentur á leiðslu av tí námsfrøðiliga arbeiðinum. Í London luttóku tey lesandi á einum leiðsluskeiði nevnt “Pedagogical Leadership” við Dr. Ioanna Palaiologou á Early Excellence London Center 

Harumframt vitjaðu tey námsfrøðingar og lærarar í leiðslustørvum á enskum dagstovnum og skúlum. 

Ígjøgnum skeiðið skuldu tey lesandi einsæris lata inn eitt 1-2 A4 síður essay innan ávikavist tey trý høvuðsevnini: Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla. Somuleiðis kundi úrtøkan av kanningarferðini í Onglandi verða partur av einari essay-uppgávu. 

Eitt fakligt essay var í hesum sambandi skilt út frá hugsjónini hjá Ketil Dybvik  Meðan ein siðbundin uppgáva varð skrivað í hinum báðum 15 ECTS skeiðinum á linjugreinini, var til hetta skeið valt, at tey lesandi skuldu skriva 3 faklig essay. Eitt slíkt fakligt essay líkist eini frásjónargerð í einari BEd uppgávu ella aðrari stórari uppgávu, har tað narrativa elementið ofta er sterkari enn aðrastaðni í uppgávuni. 

Dentur var lagdur á, at tað er loyvt at gera okkurt váðafult í einum slíkum fakligum essayi (loyvt er at hugsað víðari og seta spurningar við væl etableraða praksis ella ástøðir, men ástøðini og praksis skulu tó endurgevast rætt). Somuleiðis var loyvt teimum lesandi at gera eitt kreativt fakligt essay í staðin fyri eitt skrivligt fakligt essay. 


Niðan fyri síggjast brot úr uppgávum hjá teimum lesandi, har bæði yrkingar, tekstur og myndir eru brúkt.

Brot úr uppgávuteksti:
"Í kríggi, verður strategi mangan umrødd sum td. ein stríðsætlan, hernaðarætlan og verju- og álopsætlan. Søgubøkurnar vísa, at tað ikki neyðturviliga er tann størsti og sterkasti, ið vinnur, men tann, ið hevur ta bestu strategiina. Í einhvørjum krígsfilmi, óheft av hvørji samtíð hann lýsir, síggjast herovastar um runda borðið, har teir leggja eina strategi fyri bardagan. Og, eins og í talvi, er tað mangan tann, ið dugir at spáa um, hvat man fara at henda nakrar leikir longur frammi, ið stendur eftir sum vinnari. Í krígsstrategi verða atlit tikin til m.a. styrkir og veikleikar hjá báðum pørtum, veður, landslag, mat og drekka o.s.fr. Alt hetta samanð verður tikið til eftirtektar, og skal tryggja best møguligu strategiina. 

Á námsfrøðiliga økinum kann strategi lýsast sum td. ein langtíðarætlan, ein mannagongd og ein framferðarháttur. Og hóast tað er langt ímillum kríggj og námsfrøðiligt arbeiði, kunnu tó samanberingar gerast, tá hugsað verður um strategi. At leggja eina strategi fyri tí, ið møguliga fer at henda, síggi e, sum avgerandi faktorar í góðari strategiskari leiðslu. Eitt dømi um at leggja eina strategi fyri tí, ið møguliga fer at henda, kundi td. verið at gjørt eina ætlan ella gera seg kláran til at taka í móti tvímæltum børnum, ið er ein vaksandi veruleiki í føroyska samfelagnum. Ella hvussu stovnurin kann fáa sum mest burturúr tí tøkniligu menningini, ið støðugt fer fram í okkara samfelag". 

Brot úr uppgávuteksti: 
"Men eg má smílast, tá eg lesi allar hesar starvslýsingarnar, tí tað fær meg at hugsa um eina sera áhugaverda, álvarsliga og onkursvegna komiska starvssamrøðu, eg einaferð var til á einum dagstovni. Hevði søkt starv á dagstovni, sum søkti eftir fleiri námsfrøðingum, her skal eg líka siga, at eg var ikki byrjað at lesa til námsfrøðing tá.
...
Ja, nú kundi eg kanska fortalt beinanvegin, hvussu alt endaði, men orsøkin til at eg sigi frá hesi hendingini er, at tað hevur fingið meg at undrast á námsfrøðiliga leiðslu. Eri kanska ávirkað av, at eg nú lesi til námsfrøðing sjálv, og skjótt skal til at søkja hesi størv, sum eru lýst á portalum og bløðum. Men tað sum serliga hevur fingið meg at hugsa um hetta er, at sum námsfrøðingur hevur fakligheitin sera stóran týdning, og tað at vera námsfrøðingur ger, at tú automatiskt ert leiðandi, tá tú ert til arbeiðis, uttan mun til hvørja uppgávu tú hevur á arbeiðsplássinum. Og hvussu gevur tú hetta víðari".