University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
flagg setur (2).jpg
10.04.2026
Setrið Setursskrivstovan

Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

Ein fyribils skrá er nú gjørd fyri fyri dagarnar 26.-28. mai, og hon er tøk her 

Skráin fevnir um einar 200 sessiónir, sum eru munnligar framløgur, pallborðskjak, rundborðskjak og verkstovur, har viðurskifti innan fyri tey fimm høvuðsevnini verða viðgjørd:  Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv, Hav og havrannsóknir, Veðurlagsbroytingar í Arktis, Lívfrøðiligt margfeldi og Upprunafólk og samfeløg í Norðri.

Í skránni ber til at klikkja á einstøku sessiónirnar og lesa meiri um innihaldið og fyri at síggja, hvør leggur fram.

Seinni verða eisini postaraframløgur og øll tiltøk, ið eru knýtt at ráðstevnuni, at síggja á skránni.

Meiri kunning um tematisku høvuðssessiónirnar, íroknað røðarar, pallborðsfólk og orðstýrarar kemur eisini á skránna í næstum.

Gevið gætur, at skráin er fyribils, og at broytingar tí kunnu verða gjørdar, áðrenn endaliga skráin væntandi kemur síðst í apríl.

Fyribils skráin sæst her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving