University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fyrilestrar um maskulinitet
30.10.2008

Fyrilestrar um maskulinitet

Bókmenta- og kynjagranskarin Jørgen Lorentzen heldur tveir fyrilestrar um maskulinitet. Hóskvøldið 30.10. kl. 20 er fyrilesturin í Miðlahúsinum um faðirskap. Javnstøðunevndin stílar fyri.Fríggjadagin 31.10 kl. 10-13 eitur fyrilesturin "Menn og maskulinitetir". Hann verður hildin á SSD, Søgu- og samfelagsdeildini.


Jørgen Lorentzen er bókmenta- og kynjagranskari, sum starvast á Senter for tverrfaglig kjønnsforskning á universitetinum í Oslo. Hann er í løtuni gestalærari á Fróðskaparsetrinum í sambandi við eitt skeið um Ástøði um kyn og tekstir á Føroyamálsdeildini og Søgu- og samfelagsdeildini. Gestalæraravitjanin er fíggjað gjøgnum norðurlendska skiftisnetverkið Nordliks undir Nordplus.

Fríggjadagin 31. oktober kl. 10-13 heldur hann fyrilestur um "Menn og maskulinitetir" sum lýsir menn sum kyn, faðirskap og seksualitet. Søgu- og samfelagsdeildin í Jónas Broncks gøtu 25, 4. hædd.

Í kvøld, hóskvøldið 30.10. kl. 20 heldur Jørgen Lorentzen fyrilestur í Miðlahúsinum um faðirskap. Tað er Javnstøðunevndin sum stílar fyri.

Jørgen Lorentzen hevur skrivað fleiri bøkur, m.a. "Maskunlinitet. Blikk på mannen gjennom litteratur og film", Spartacus forlag, Oslo 2004. Hann hevur ritstjórnað bókina "Kjønnsforskning", sum er ein lærubók sum verður nýtt víða hvar. Hon er givin út á Universitetsforlaget, Oslo 2006.

Meira fæst at vita um vísindaligu avrik hansara á www.skk.uio.no/forskning/forskersider/forskerside_lorentzen.html

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin