Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
08.02.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestur á Fiskivinnuskúlanum

Seinast í 1980-unum var uppá tal at vinna orku úr Vestmannasundi, og nú verður sjóvarfalsorkan á øllum Landgrunninum kortløgd. Mikudagin 10. februar verður greitt frá hesum verkætlanunum á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna


Mikudagin 10. februar kl. 19.00 fer Knud Simonsen, havfrøðingur og lektari á Fróðskaparsetrinum, at greiða frá einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kortleggja sjóvarfalsorkuna á Landgrunninum.

 

Í 1980-árunum vórðu ætlanir um at gera eitt orkuverk í Vestmannasund, og ein streymmáting varð gjørd mitt í sundinum miðskeiðis millum Fútaklett og Oyrargjógv. Í fjør varð mátað í Skopunarfirði, og í vikuskiftinum kom ein mátari uppaftur úr Leirvíksfirði. Hesar mátingar, saman við teldusimuleringum av sjóvarfallinum, vísa, at týðandi orkunøgdir eru í sjóvarfallinum.

 

Menningin av turbinum til at vinna elektriskan streym úr sjóvarfalsrákinum hevur rættuliga tikið dik á seg seinastu árini, og stór framstig eru hend síðani ætlanirnar um orkuverk í Vestmannasundi vóru á breddanum í 1980-árunum. Fleiri staðir úti í heimi eru fyrireikingarnar til at gera stórar sjóvarfalsmylluparkir komnar rættuliga langt, og einstakir sáttmálir eru longu undirskrivaðir. Næstu grannarnir hjá okkum fyri sunnan eru rættuliga virknir, og nógv vænta, at Pentland økið verður heimsleiðandi innan framleiðslu av varandi orku.

 

Í fyrilestrinum verður greitt frá verkætlanini, sum verður framd á Náttúruvísindadeildini, um feskastu úrslitini og stutt um nakað av stóra virkseminum, ið er innan hetta økið kring okkum.